Kann styrkja sjónleikin Kann styrkja sjónleikin Kann styrkja sjónleikin

-Eg kann bara staðfesta, at vit hava havt nógvar dugnaligar leiðarar í Norðurlandahúsinum, og tá eg havi hoyrt nýggja stjóran siga frá, hvørjar ætlanir hon hevur fyri komandi tíðina, sigur tað mær so mikið, at Helga Hjörvar er eitt sera virkið fólk innan mentanarlívið og hevur hon nógv góð hugskot, sum skulu fylla karmarnir út í Norðurlandahúsinum í næstu framtíð.

Signar á Brúnni vísir á, at nettup hetta at nýggi stjórin ráðfestir tingini eitt sindur øðrvísi enn hinir undanfarnu stjórarnir hava gjørt, er í lagi. Hvør leiðari, sum hevur verið her, hevur sínar dygdir og hevur lagt á ein ávísan part innan mentanina. Tá vit so skifta út leiðaran eftir nøkrum árum, so koma vit eisini runt í allari mentanina, og soleiðis eigur tað helst eisini at vera.

Signar á Brúnni er fegin um, at sjónleikurin fer at fáa størri innivist í Norðurlandahúsinum, og her heldur hann nýggi stjórin við sínum royndum og kunnleika kann vera hesum partinum av mentanarlívinum ein dyggur stuðul.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tað eru útlit fyri, at tað á mentanarøkinum kann fáast ein meirjáttan, og har m.a. til sjónleik.

Signar á Brúnni heldur annars, at Norðurlandahúsið hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann heldur, at umframt tað, sum sjálv tiltøkini standa fyri, so er virksemið har so sanniliga eisini við til at leggja skapa spírar kring landið. -Oftani brúka fólk tað, sum fer fram í Norðurlandahúsinum sum fyrimynd, eitt nú á bygdunum. Tað, sum hendir í Norðurlandahúsinum er við til at seta nakað annað í gongd úti kring landið.

Signar á Brúnni ynskir nýggja stjóranum góða eydnu og nøkur góð og eydnurík ár í Føroyum, og hann sær fegin, at hon eins og onnur mentanarfólk eru við til at orða ein framtíðar føroyskan mentanarpolitikk.