Kannar føroyskar veljarar

Vit vita í roynd og veru alt ov lítið um, hví vit velja, sum vit gera. – Vit hava brúk fyri at vita meira, enn bara hvussu nógv prosentir hvør flokkur flytir seg og hvussu løgmaður klárar seg. Tað heldur føroyskur stjórnmálafrøðilesandi, sum er farin undir at kanna føroyska veljaran.

Hvat halda veljararnir hjá Sambandsflokkinum um skattalættar og brúkaragjøld í tí almenna? Eru Tjóðveldisveljarar bara ungir idealistar og »akademikarar úr Havn«? Og hvønn veg vilja javnaðarfólk veruliga í Ríkisfelagsskapinum?

Hetta eru bert nakrir av teimum spurningunum og uppáhaldunum, ið javnan verður kjakast um í Føroyum, men sum í roynd og veru ikki eru dokumenteraðir.

- Vit vita í roynd og veru alt ov lítið um, hví vit velja, sum vit gera. Í øllum okkara grannalondum verður stór orka løgd í at granska og lýsa, hvør vanligi veljarin er og hvat hann heldur um týðandi politisk mál. Tað sigur Rógvi Nybo, ið lesur stjórnmálafrøði við Københavns Universitet, og nú er farin undir at kanna veljaraatferðina í Føroyum.

Hann heldur, at tað hevur stóran týdning at hava hesa vitan. Fyri politisku flokkarnar er tað eitt hent amboð, tá politiska kósin skal setast. Og fyri fólkaræðið hevur tað eisini týdning at politikararnir vita, hvat vanligi veljarin heldur um tey stóru málini, áðrenn avgerðin verður tikin.

- Vit hoyra javnan politikarar og viðmerkjarar koma við útsagnum um, hví flokkar ganga fram ella aftur og hvat veljararnir hjá flokkunum halda, tá veljarakanningar verða greinaðar. Men sannleikin er, at vit vita ikki – vit gita. Einasta »barometrið« vit hava í løtuni, eru valúrslitini og onkur hendinga veljarakanning, ið vísur hvussu undirtøkan hjá flokkunum broytist. Men vit vita ikki hví veljarin flytir seg, sigur Rógvi Nybo.

Tí hevur hann nú sett sær fyri, at gera eina kanning av føroyska veljaranum í samband við, at bachelorritgerðin verður skrivað.

Tað snýr seg stutt og greitt um at greina, hvørji eru tað, ið velja hvønn flokk og hvørjir teir týðandi spurningarnir eru, ið skilja veljararnar í Føroyum.

- Úrslitini eru áhugaverd óansæð hvør niðurstøðan verður. Men fyri at kanningin kann gerast umboðandi og so neyv sum gjørligt, er neyðugt at eg røkki út til so nógvar veljarar sum gjørligt. Tí vóni eg at so nógv sum gjørligt vilja brúka 5 minuttir upp á at svara løttum spurningum.

Afturfyri havi eg lovað at lata ein vinning fyri beint undir 1000,- úr egnum lumma millum øll tey, ið svara spurnarblaðnum, sigur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðilesandi.

Fyri at taka lut í kanningini, kanst tú finna spurnarblaðið og svara við at TRÝSTA HER!