Tað er nógv kjak um elbilar og eitt, sum ofta verður ført fram, er, at tað er vandin fyri at eldur kemur í ein elbil, er nógv størri enn vandin fyri, at eldur kemur í ein bensinbil ella ein dieselbil.
Men nú ætlar samgongan, at elbilar framhaldandi skulu sleppa undan at rinda avgjald fyri at eggja fólki til at keypa elbil. Samstundis skulu fólk, frá 1. juli, rinda vanligt avgjald tá ið tey keypa plug-in hybridbilar, sum kunnu løðast og partvís koyra við streymi, og á vanligum hybridbilum.
Í hesum sambandi hevur Elbilafelagið havt fund við Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum. Eitt tey hava víst á í hesum sambandi, er, at elbilar eru ikki so vandamiklir, sum nógv siga. Tvørtur ímóti vísir ein nýggj kanning í USA, at vandin fyri at eldur kemur í ein elbil, er munandi minni enn at eldur kemur í aðrar bilar.
Kanningin vísir nevniliga, at
– av 100.000 hybridbilum kom eldur í 3.475 av bilar.
– av 100.000 bensinbilum kom eldur í 1.530 bilar.
– av 100.000 elbilum kom eldur í 25 bilar.
Elbilafelagið sigur eisini, at í Noregi, sum helst er landið við flest elbilum eftir fólkatalinum, var eldur í 689 bilum í 2021. Av teimum vóru 29 elbilar. Í 2020 var eldur í 1.358 bilum í Danmark og av teimum vóru 10 elbilar ella hybridbilar.
– Sjálvandi kunnu tað eisini verða fleiri orsøkir til, at eldur er í so fáum elbilum og ein orsøk kann bera, at teir flestu elbilarnir eru rættiliga nýggir, sigur Elbilafelagið. Men aloftast er tað í sambandi við vanlukkur, at eldur kemur í ein bil, men eini 20 prosent av eldsbrununum stava frá elektriskum brekum, og onkuntíð kemur eisini eldur í tí teir eru farnir at leka brennievni.
Kortini eru nakrir serligir vandar, tá eldur kemur í ein elbil og Elbilafelagið heldur, at sjóneykan má setast á at útbúgva sløkkiliðsfólk at fyrireika tey til at sløkkja ein brennandi elbil. Men tey halda, at slíkt kemur ikki av sær sjálvum og tí mugu myndugleikarnir seta tað sum krav – og at stuðla hesum arbeiði. Eisini mugu Smyril Line og Strandferðslan fyrireika seg til at hava elbilar umborð.