handilsmaður
Eirikur Lindenskov
? Tað var longu meðan eg var í bankalæru, at eg fór at hugsa um at fara undir mín egna handil. Eg tosaði við Nonnegaard, stjóra í Føroya Banka, sum lovaði at sýna mær vælvild, tá eg einaferð kom so langt.
Hetta sigur Hans Mortensen, stjóri í SMS, sum leygardagin saman við øllum hinum í SMS kundi hátíðarhalda 25 ára dagin síðani, at SMS læt upp dyrnar á fyrsta sinni, hin 2. november í 1977.
Hans Mortensen er útbúgvin bankamaður í Føroya Banka í 1964. Men hann fann skjótt útav, at bankastarvið ikki júst var tað, hann vildi, og tí søkti hann niður á handilsskúlan, Niels Brock, í Keypmannahavn. Tá hann var liðugur, fór hann at starvast eitt skifti í Magasin du Nord á Kongens Nytorv í Keypmannahavn, til hann flutti heimaftur til Føroya í 1968.
Tankin um egnan handil var kveiktur frammanundan, men kanska hevur Hans Mortensen fingið onkran íblásturin í Magasin. Sjálvur heldur hann, at forrætningsmaðurin liggur í genunum.
? Kanska er tað úr Nolsøe-ættini í faðirsætt úr Vági, heldur hann skemtandi fyri.
Hans Mortensen er sonur Niels og Ebbu Mortensen, sum búðu á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta í Havn. Húsini stóðu har, sum matstovan Rio Bravo er í dag.
Tá Hans Mortensen kom heimaftur til Føroya í 1968, fór hann ? saman við mammuni ? at handla í handilshølunum í barnaheiminum í Tórsgøtu. Tey seldu m. a. tógv, barnaklæði, gardinur o. l. Um hetta mundið setti Hans eisini á stovn grillbarrina Zanzibar í Sverrisgøtu, har tógvhandilin Igloo er í dag. Umframt tað hevði Hans eisini um hendi sølubúðina í klubbadansinum.
? Men málið var altíð nakað annað, sigur Hans Mortensen, sum einans 30 ára gamal stovnaði partafelagið aftan fyri Sølumiðstøðina í 1973.
? At tað gjørdist SMS kom líkasum av sær sjálvum, heldur hann.
? Tórshavnar Býráð hevði ætlanir um sølumiðstøð á Trapputrøðni. Hetta skuldi gerast á tann hátt, at gjørd varð eini gøta, har handlar so kundu bygggja handilshøli framvið. Tá so passaligir nógvir handlar vóru har, so skuldi tekja leggjast omaná. Vit royndu at tosa við kommununa og greiða teimum frá okkara ætlanum, og alt hetta endaði so við, at Petur Christiansen, borgarstjóri, kundi skjóta fyrsta skotið í 1976.
Tað var kortini ein tung prosess at vinna frama fyri hesi stórætlan ? og hetta dylir Hans Mortensen heldur ikki.
? Málið var fyri á bý-ráðsfundi fleiri ferðir ? einar fimm ella seks ferðir, og tað var trupult at fáa sannført bæði fólk og myndugleikar um ætlanina, sigur hann.
Tilgongdin tók eini 3-4 ár.
Nógv varð tosað um, hvørja ávirkan ein slík sølumiðstøð fór at hava á handilslívið í Havnini. Onkur helt, at hetta fór at køva handilslívið í miðbýnum, og at vandi var fyri, at smáu matvøruhandlarnir kring um í býnum fór at koma í trupulleikar. Eisini fór hetta at vera stór kapping við Keypsamtøkuna, sum nøk-ur ár frammanundan hevði bygt ein nýggjan ? eftir tá-tíðarmetum ? stóran handilin í Dr. Jacobsensgøtu.
Hans Mortensen sigur, at tað var ætlanin, at Keypsamtøkan skuldi vera partur av SMS.
? Vit vóru komnir til eina semju við nevndina í Keypsamtøkuni um, at FK skuldi reka keypmanshandilin í SMS. Men í evstu løtu bakkaði Keypsamtøkan út, og tí varð leiðslan í SMS noydd at finna aðra loysn.
? Hendan loysnin gjørdist »Superland«, sigur Hans Mortensen, sum er skjótur at leggja afturat, at tey ongantíð vóru fegin um tað navnið.
Matvøruhandilin í SMS æt bara »Superland« í fýra mánaðir.
? Vit høvdu satt at siga ikki havt stundir til at hugsa um navn til handilin. Vit høvdu samstarv við danska handilsketu, ið nevndist »Superland« ? og harfrá kom fyribilsnavnið, sigur Hans Mortensen.
Men stutt eftir at SMS læt upp, varð skrivað út hugskotskapping um nýtt navn til handilin. Í SMS-blaðnum í februar 1978 verður nýggja navnið avdúkað.
Tað komu ikki færri enn 270 uppskot inn til hugskotskappingina, og trý teirra høvdu í uppskoti, at handilin skuldi eita »Miklagarður«.
Í nevnda SMS-blað stendur, at beinleiðis orsøkin til, at kappingin varð skrivað út var tann, at Jóan Hendrik Winther Poulsen fáar dagar áðrenn Sølumið-støðin læt upp, ringdi til SMS og bar fram, at hann óttaðist fyri, at navnið »SMS Superland« vildi verða ein skaði fyri føroyska málið.
» ? Vit vóru samdir og gjørdu tá av, at navnið skuldi broytast. Hetta kann fyri mong sýnast ein løgin avgerð, men vit hava ikki eina løtu angrað avgerðina, men eru tøvrturímóti sera fegnir um navnið, sum kappingin gav,« sigur Hans Mortensen í blaðnum í 1978,
Tey, ið komu við uppskotinum Miklagarður, vóru Óla Kristian Heinesen úr Klaksvík, Jákup Joensen úr Nólsoy og Hans Kristian Mikkelsen úr Havn. Í dómsnevndini sótu Jóan Hendrik Winther Poulsen, Stig Rasmussen og Hans Mortensen.
Navnaskiftið fór fram tann 1. mars 1978.
Tað var í 1980, at farið varð undir annað byggistig av SMS ? at vaksa bygningin frá tveimum lonum til seks lonir. Seinni í áttatiárunum vóru aðrar smærri og størri umbyggingar gjørdar ? tann størsta tá parkeringskjallarin varð gjørdur eins og goymsluhølini hjá Miklagarði. Í dag er pláss fyri 320 bilum á parkeringsplássunum kring Sølumiðstøðina
SMS merkti sum vera man eisini kreppuna seinast í áttatiárunum.
? Tá hvødu vit ? um man so má siga ? forbygt okkum, viðgongur Hans Mortensen. Talan var í veruleikanum um eina byggigølu í 1987. Vit vóru ikki so væl fyri, men kláraðu okkum so dánt. Tá kreppan so veruliga kom í 1992, fóru vit í gjaldssteðg, sigur Hans Mortensen.
? Men vit kláraðu okkum og komu burtur úr tí við skinninum á nøsini. Vit eru væl fyri í dag, og vit eru komin har til, at neyðugt er at renovera húsið ? og harvið eisini tað, sum varð bygt í áttatiárunum, sigur Hans Mortensen.
Fyri nøkrum vikum síðani var nýggjasta umbyggingin hjá SMS liðug ? norðrari endin á Sølumiðstøðini er høvuðsumvældur við ymsum broytingum. Hetta er fyrsta byggistigið av trimum ætlaðum stigum at nútíðargera SMS. Ætlanin var at fara undir hini bæði byggistigini ávikavíst í 2003 og 2004. Men hetta er nú broytt, sigur Hans Mortensen.
? Umbyggingin er vorðin dýrari enn ætlað, tó at hetta ikki koppar nøkrum hjá okkum. Vit hava nú gjørt av at leggja tey bæði næstu byggistigini saman, og verður farið undir hetta arbeiðið í 2005, sigur Hans Mortensen, sum kortini leggur afturat:
? Men bara um tíðirnar loyva tí! Verða umstøðurnar ikki til tað, so verða umbyggingarnar ikki gjørdar, sigur hann.
Tá hetta arbeiðið er liðugt verður sami stílur í allari sølumiðstøðini, sum er at síggja í nýumvælda partinum ? allan vegin suður gjøgnum bygningin oman móti Apotekinum, har høvuðsinngongdin verður við lyft o. ø. sum hartil hoyrir. Eisini verða umvælingar gjørdar í gongini í neðra.
Hóast vit kanska kunnu halda, at SMS byggir um og út í heilum, so er tað ikki so, sigur Hans Mortensen.
? Tað sær kanska soleiðis út, men nútíðarkrøvini gera, at vit eru noydd at fylgja við ? eisini í kapping við handlar uttanlands, tí føroyingar ferðast rættuliga nógv. Og ein slík sølumiðstøð stendur ongantíð í stað. Vit eru kortini so heppin at hava so sterkar karmar, sum hesin bygningurin er, sigur Hans Mortensen. ? og tí hava vit møguleika eitt nú at útnytta hetta við at skera gjøgnum tekjuna, gera balkongir o. s. fr.
Sum nevnt varð felagið aftan fyri SMS stovnað longu í 1973. Í fyrstu nevndini vóru umframt Hans Mortensen eisini Poul Michelsen og Bjarki Jacobsen. Hans Mortensen keypti teir báðar út og var síðani einsamallur eigari. Seinni kom Dávid Eliassen uppí, men hann fór seinni útaftur. Eitt skifti átti Havnar Timburhandil 50% av partapeninginum. Í dag eigur Hans Mortensen helmingin av partapeninginum, meðan íslendska felagið, Baugur h/f, eigur hin helmingin.
Hóast broytingarnar í SMS kunnu tykjast stórar, so hevur alt gingið sum ætlað.
? Tað var altíð ætlanin, at Sølumiðstøðin skuldi útbyggjast ? upprunaliga var ætlanin at gera eina lon afturat, men hendan ætlan varð slept, tá tær fýra lonirnar vórðu bygdar í 1980, sigur Hans Mortensen.
Dentur varð lagdur á, at bygningurin skuldi hóska væl inn í umhvørvið, og at hann skuldi vera arkitektoniskt í lagi.
Í dag eigur SMS umframt Miklagarð, nakrar aðrar handlar í SMS, eitt nú matstøðini, Hornið, Benneton o. s. fr. Men tað hevur ong-antíð verið ætlanin, at SMS skuldi eiga fleiri av handlunum. Men ofta hevur SMS tikið stig til handlar fyri at fáa gongd á.
Tann 1. januar komandi tekur SMS yvir bakaríið Mylnuna og handilin. Hetta er ikki fyri at taka virksemið oman í SMS, men tvørturímóti fyri at fáa bakaríið úr SMS ? fyri at fáa meira pláss til Miklagarð. Mylnan skal so lata bakaravørur til Miklagarð og hinar handlarnar hjá SMS.
Hóast Hans Mortensen enn sum áður er stjóri í SMS, so er eitt ættarliðsskifti á veg. Sonur Hans, Niels Mortensen, er eisini stóri í SMS, og hevur hann ábyrgdina av øllum handlunum hjá SMS ? bæði teimum, sum eru í SMS og teimum, sum eru uttanfyri.
Hans Mortensen sigur, at hann um nøkur ár so spakuliga fer at hugsa um at trekkja seg.
Men hevur Hans Mortensen so aðrar ætlanir, tá hann »longu« ætlar sær frá?
? Jú, tað havi eg. Men eg sigi einki um, hvørjar tær eru, sigur handilsmaðurin fram um aðrar, Hans Mortensen.
Fakta um Hans:
Sonur Ebbu og Niels Mortensen í Havn
Føddur 1943
Giftur við Birgith (1946-2001), f. Sivertsen
Børn: Elisabeth, Niels
Útbúgving:
Bankaútbúgving Føroya Banki 1964
Niels Brock Handilsskúli
Starvsroyndir:
Føroya Banki
Magasin du Nord
Handil í Tórsgøtu í Havn saman við mammuni, Ebbu Mortensen. Tey seldu tógv, barnaklæði, gardinur o. l.
Hevði sølubúðina í almenna klubbadansinum
Stovnaði Grillbarrina, Zanzibar
Skipaði fyri Handilsstevnunum í Ítróttarhøllini á Hálsi
Stovnaði í 1973 Sølumiðstaðarfelagið
Hevur verið virkin í ymsum vinnuligum verkætlanum