Kanska verður fólkatingsval 23. oktober

Ger Poul Nyrup Rasmussen álvara av gitingunum

Seinastu dagarnar hevur ljóðað, at fólkatingsval møguliga verður útskrivað í dag.

Á nýggjárinum fór miðflokkurin burtur úr samstarvinum í minnilutastjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen, ið nú bert hevur Javnaðarflokkin og Radikala Vinstraflokkin aftan fyri seg.

Poul Nyrup Rasmussen hevur boðað frá, at stjórnin vil hava nýtsluna niður, og fær hann ikki meiriluta fyri hesum, so útilokar hann ikki, at val verður skrivað út.

Í Danmark skulu í minsta lagi ganga tvær vikur frá tí at val er skrivað út, til valið kann haldast. Til samanberingar kunnu vit nevna, at til løgtingsval í Føroyum skulu ganga fýra vikur. Tað hevur verið vanligt seinnu árini, at val hevur verið hildið tvær vikur eftir, at tað er skrivað út, og tí kunnu vit rokna við, at valið verður hósdagin 23. oktober, ger Poul Nyrup Rasmussen álvara av hesum.

Tað eru rættuliga nógv ár síðani, at eitt fólkatingsvalskeið hevur vart heili fýra ár, og er ein orsøkin helst, at Danmark vanliga verður stýrt av eini minnilutastjórn.

Seinastu 30 árini hava valini ofta verið annaðhvørt ár, men eftir av hesum valskeiði vantar bert eitt ár.

Eitt fólkatingsval í Føroyum stendur vanliga millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, tí hesir eru vanliga teir, ið vinna teir báðar fólkatingssessirnar. Í løtuni eru Edmund Joensen valdur fyri Sambandsflokkin og Óli Breckmann fyri Fólkaflokkin.

Tjóðveldisflokkurin hevði vanliga ta siðvenju, at hann ikki stillaði upp til Fólkatingsval, tí hetta var eitt danskt val. Til fólkatingsvalið 1973 skifti flokkurin tó støðu, og síðani tá hevur flokkurin stillað upp.

Við hetta valið varð Ellindur Patursson valdur á fólkatingting fyri Tjóðveldisflokkin, meðan Javnaðarflokkurin varðveitti hitt umboðið. Í 1975 var aftur fólkatingsval, og varð úrslitið hitt sama.

Men í 1975 vann Sambandsflokkurin umboðið frá Tjóðveldisflokkinum, sum ikki hevur verið umboðaur á Fólkatingi síðan.

Javnaðarflokkurin varðveitt sessin fram til valið 1984, tá Fólkaflokkurin vann sessin frá Javnaðarflokkinum. Í 1987 vann Javnaðarflokkurin aftur sessin frá Sambandsflokkinum, sum kortini vann hann aftur við valið 1988. Við valið í 1990 vann Javnaðarflokkurin aftur sessin frá Sambandsflokkinum, sum aftur vann sessin við seinasta val, sum var í 1994. Fólkaflokkurin hevur øll árini síðani 1984 varðveitt fólkatingssessin.




Fólkatingsumboðan 1972-94


1973 Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin

1975 Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin

1977 Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin

1979 Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin

1981 Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin

1984 Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin

1987 Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin

1988 Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin

1990 Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin

1994 Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin