TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd í formansrundini hjá Rás2 við formannin í HB, Finnboga Arge, sum er ein av sigursharrunum í dag, tí HB tryggjaði sær týðandi fjórða plássið, sum merkir, at Europa League fótbóltur er á skránni hjá HB í 2016.
Krøvini eru vanliga stór í HB, men við øllum mótganginum, sum hevur verið hetta kappingarárið, staðfestir Finnbogi, at tey í HB kunnu verða nøgd við, at kappingarárið var bjargað við evropeisku luttøkuni. Tvinnað saman við uppflytingini hjá eykaliðnum upp í 1. deild, og góðu gongdini í ungdómsdeildunum er Finnbogi bjartskygdur um, at góðir dagar eru fyri framman í felagnum.