Í gjár viðgjørdu vit her í oddagreinini tey sera áhugaverdu sjónarmið, sum Leif Høj, fiskaútflytari setti fram í viðtalu við Sosialin. Viðkomandi vísti á teir truplu flutningsmøguleikarnar sum eina høvuðsorsøk til, at fiskaprísirnir ikki eru so høgir, sum teir annars kundu verið
Útflytarin samanber støðuna í Føroyum við Ísland, har tað oftast ber til at hava tey fesku fløkini á marknaðinum 24 tímar ella 48 tímar eftir, at fiskurin er avreiddur. Hetta gevur íslendingum ein sera stóran kappingarfyrimun, tí keyparin er sinnaður at rinda fleiri krónur eyka fyri kilo av daggomlu fløkunum. Útflytarin sigur, at eitt tað størsta framstigið fyri kappingarførið í Føroyum vildi verið at fingið so góðar flutningsmøguleikar, at tíðin frá tí, at fiskurin verður avreiddur, til hann er keyparanum í hendi, verður munandi stytt. Møguleikarnir fyri at føroyingar kunnu útflyta fesk fløk við flogfari ella við skjóttgangandi skipi eiga tí at verða kannaðir.
Heilt ítøkiliga mælir nevndi útflytari til, at bæði vinnan og landið verða við í eini ætlan, sum hevur til endamáls at tryggja okkum betri flutningsmøguleikar. Vit loyvdu okkum í gjár at gera vart við, at her er talan um eitt vinnuligt vandamál, sum bert kann verða loyst politiskt. Tað er eitt sera áhugavert hugskot, at vinnan og landið í felag sum skjótast fóru undir at loysa hetta vandamál. Slík model eru sera vanlig í okkara grannalondum, og hetta er helst tað besta hitt almenna kann gera til tess at hjálpa tí hart kroystu vinnuni, samstundis sum forðað verður fyri størri arbeiðsloysi.
Annað, sum er sera áhugavert í nevndu blaðsamrøðu er, at útflytarin heldur, at tað er skeivt at geva tímalønunum skyldina fyri, at kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni á landi er so vánaligt. Víst var á, at tað, sum hevur eina størstan týdningin fyri kappingarførið er, at vit fáa betri flutningsmøguleikar til útheimin. Tað eigur tískil at verða hildið uppat við einvíst at skylda uppá tímalønina, tá kappingarførið í fiskivinnuni á landi verður umrøtt. Føroya Arbeiðarafelag átti at tikið hendan táttin upp og stuðla kravinum um nógv betri flutningsmøguleikar. FA hevur tørv á, at fokus verður flutt frá tímalønunum. Útflytararnir hava brúk fyri øllum tí politiska stuðli, teir kunnu fáa til tess at fá bøtt um støðuna, og FA kann ivaleyst at ásannað, at nógv arbeiðspláss eru innan virksemisøkið fyri útflutningi av feskum fløkum. Fyri FA er ræður um, at allur fiskur kemur og fer um føroyskan keikant. Her hava allir partar nógv at vinna.
Sosialurin