Kappingin herðist

Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele, ræðist ikki reyða logoið hjá telerisanum Vodafone. – Vit fara sjálvandi at fylgja tropp, og bjóða júst somu tilboð og tænastur sum kappingarneytin, sigur hann

Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele, sigur við Sosialin, at í hansara hugaheimi er sum so ongin broyting á føroyska telemarknaðinum í dag í mun til í gjár.

- Kall bleiv til Vodafone fyri tveimum árum síðani. So hetta er ikki annað enn ein staðfesting av hesum eigaraskiftinum, sigur Kristian R. Davidsen. Men samstundis leggur hann dent á, at tilboðini, sum Vodafone kemur við, eisini verða at finna í vøruskránni hjá Føroya Tele.


Ongin náði longur

Higartil hevur tað verið soleiðis, at fjarskiftiseftirlitið hevur regulerað kappingina millum stóra Føroya Tele og lítla Kall. Endamálið við hesum átøkum hevur verið at útjavna kappingina millum feløgini bæði, fyri á tann hátt at skapa virkisgrundarlag fyri báðar partar á føroyska marknaðinum.

Stjórin í Føroya Tele sigur, at tað hevur tað týdning, at Kall hevur átikið sær samleikan hjá einum av heimsins størstu telerisum.

- Við navnabroytingini sigur Kall, at nú er felagið blivið stórt. Tí skulu allar kappingaravlagandi forðingar sjálvandi takast av beinanvegin. Alt sum eitur reguleringar og atlit eiga sjálvandi ikki at vera longur, sigur Kristian R. Davidsen. Hann væntar ikki, at tað verður neyðugt hjá Føroya Tele at heita á Fjarskiftiseftirlitið í hesum sambandi, tí, sum hann málber seg: Tað hendir púra natúrligt.


Bjóða tað sama

Kristian R. Davidsen sigur, at teirra kundar hava onga orsøk til at skifta felag. Til dømis ætlar Vodafone at bjóða somu lágu prísir, sum restin av ES og EFTA. Men sambært Kristian P. Davidsen hevur Føroya Tele eisini leingi arbeitt við hesum, og innan stutta tíð kunnu tey bjóða somu prísir. Sostatt ætlar gamla føroyska felagið bæði at bjóða samskiftisloysnir sum Black Berry og EuroTariff.


Serfrøðingar í Føroyum

Spurdur, hvørjar fyrimunir hetta nýggja stigið á marknaðinum kann fáa fyri Føroya Tele, sigur Kristian R. Davidsen soleiðis:

- Okkara kundar hava fyrimun av, at vit smidliga kunnu laga okkum til føroyska marknaðin. Fyri Føroya Tele er føroyski marknaðurin heimavøllur, hjá hinum er Føroyar tann minsti marknaðurin. Hetta átti at verið okkara fyrimunur, sigur Kristian R. Davidsen.

- Men tað er altíð gott fyri kundan, at kappingin herðist, staðfestir hann at enda.



--


Myndatekstur:

- Við navnabroytingini sigur Kall, at nú er felagið blivið stórt. Tí skulu allar kappingaravlagandi forðingar sjálvandi takast av beinanvegin, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.