Karaktermorð í Kringvarpinum

- Um eg ikki atkvøddi fyri hjúnabandslógini við 2. viðgerð, so høvdu vit hvørki havt nakra lóg ella nakra samgongu í dag, sigur Heðin Mortensen

Í Degi og Viku í gjár var eitt longri innslag um Heðin Mortensen. Innslagið snúði seg í stórun um, hví Heðin Mortensen ikki var til staðar undir 3. viðgerð av hjúnabandslógini. Heðin Mortensen var farin til Írlands, har Tórshavnar Kamarkór luttók í altjóða kórkapping.

Kringvarpið vildi vera við, at Heðin Mortensen hegnisliga var rýmdur undan ábyrgd, fyri at sleppa undan at taka støðu undir 3. viðgerð av hjúnabandslógini.

Undir 2. viðgerð skapti Heðin Mortensen nógv rumbul við at leggja eitt broytingaruppskot fram um at leggja málið út til fólkaatkvøðu. At enda trekti hann uppskotið aftur, og tá Bill Justinussen úr Miðflokkinum kravdi, at atkvøtt var um uppskotið, atkvøddi Heðin Mortensen ímóti sínum egna broytingaruppskoti. Orsøkin var, at hann óttaðist, at samgongan splintraðist, um hann atkvøddi øðrvísi.

 

Les lesarabrævið her

 

Kringvarp Føroya vísti í Degi og Viku á, at hóast Heðin Mortensen á in.fo vildi vera við, at ferðin var sett á skrá langt undan, so keypti hann ikki ferðaseðilin fyrr enn dagin fyri 3. viðgerð av hjúnabandslógini.

Heðin Mortensen heldur í lesarabrævi í dag fast við, at ferðin varð planløgd langt frammanundan.

- Kona mín og eg avtalaðu í góðari tíð at fara hesa ferð, har ið vit eisini fingu høvið at vitja son okkara, sum arbeiðir og býr í Írlandi. Meðan konan kundi bíleggja sín ferðaseðil longu 15. mars, valdi eg at bíða, tí eg visti ikki hvønn dag, ið eg kundi fara av landinum orsakað av løgtingsarbeiði. Ætlanin var, at Løgtingið skuldi fara heim flaggdagin, 25. apríl. Men tað vísti seg, at málini komu í drag, og viðgerðirnar blivu drúgvar. Tíðin gekk, og eg bíðaði at kalla til seinastu løtu, áðrenn ferðaseðilin varð bílagdur tann 28. apríl, dagin áðrenn sjálva ferðina. Ferðin var avklárað við løgtingið frammanundan, tann 27. apríl, dagin eftir 2. viðgerð, skrivar Heðin Mortensen.

Hann øtast inn á tíðindaflutningin úr Sortudíki.

- Sakligheit og óheftni eru ikki grundstøði undir tíðindum longur. Mangan er heldur talan um manipulatión við politiskum og/ella persónligum sikti. Har eru persónsálop, útspilling og tað, sum verri er. Niðurstøður gera tey frammanundan, og dansar tú ikki eftir pípuni hjá ”journalistunum”, so at tú passar inn í veruleikan, sum tey skapa og servera fyri publikum, ja so fært tú av at vita. Felags heitið fyri slíkt virksemi er ”karaktermorð”, og júst tað bleiv helvtin av Degi & Viku brúkt til í gjár, tá ið mín persónur aftur stóð fyri skotum, skrivar Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen vil tó ikki hava sitandi á sær, at hann rann undan ábyrgd í samband við broytingarnar í hjúnabandslógini.

- Lat meg at enda gera vart við, at um eg ikki atkvøddi fyri hjúnabandslógini við 2. viðgerð, so høvdu vit hvørki havt nakra lóg ella nakra samgongu í dag, skrivar borgarstjórin og løgtingsmaðurin.

 

Les lesarabrævið her