- Eg eri ómetaliga fegin um úrslitið av veljarakanningini, tí eg stúrdi fyri einum skrædli. Tað sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Kanningin gevur Sjálvstýrisflokkinum 4,5 prosent av atkvøðunum og tað er ein framgongd á 0,3 prosent aftur ímóti seinasta løgtingsvali.
Samstundis varðveitir Sjálvstýrisflokkurin umboðanina á tingi.
Men tað er ein framgongd á 1,9 prosent afturímóti seinastu veljarakanning, sum varð gjørd fyri sjey mánaðum síðani.
- Eg eri eisini ómetaliga fegin um, at vit eru tann einastu av samgonguflokkunum til nú, sum høvdu framgongd, sigur Kári P. Højgaard.
Hann ivast ikki í, at tað serliga er málið um Eysturoyartunnilin, sum er orsøkin.
- Eg má bara ásanna, at vánalig umtala er betri enn eingin umtala, sigur hann.
Hann sipar til alla umrøðuna, flokkurin hevur fingið í tunnilsmálinum og eisini í málinum um byggimálið hjá Varðanum á Tvøroyri.
- Tað er ein umrøða, sum hevur verið ”ótrúliga negativ”, sum hann málber seg.
Samstundis sum at hann fegnast um úrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum, hevði Kári P. Højgard væntað, at andstøðan fór at fáa størri framgongd eftir alla hesa einvegis atfinngininga ímóti førda politikkinum.
Les eisini:
Kaj Leo: Positivt yvirraskaður
Jørgen: Ein løtumynd av tunnilsøði
Poul væntaði at detta niður ímillum
Høgni: Fólk viðurkenna tað vit gera
Jenis: Løgmaður hevur ikki verið nóg vakin