Bæði hava tey verið í hesum starvum síðani 1997, umframt at Karin hevur starvast har undan tí, og samanlagt hevur verið á sjóndeplinum í 32 ár.
Har vóru fleiri sum tóku orðið, teirra millum Ruth Thomsen, forkvinna í Blindafelagnum, Maibritt við Strond, rágevi í orðblondni, Birna Vestergaard, fyribils settur leiðari á Sjóndeplinum, Jóhan Petur Nielsen og Karin Kass sum takkaðu fyri til seinast.
Eisini sang kvinnukórið, Silvitni frálíka væl - og boðið var til eitt væl dekka borð.
Myndir: Fráfaringarsamkoma á Sjóndeplinum
Her niðanfyri verður røðan hjá Eyðun Mohr Hansen, fyrverandi aðalstjóar á Almanna- og Heilsumálaráðnum, ið hevur samstarvað nógv við Sjóndepilin og Karin Kass:
Í Kommuskúlanum hoyrdu vit, tá eg var barn, um amerikonsku gentuna Helen Keller, sum hóast hon var bæði deyv og blind, onkursvegna lærdi seg at samskifta og seinni at gerast ein kendur rithøvundur og politisk rødd fyri tey, sum bera brek.
Tað var ein hugtakandi søga um áhaldni og um hug til lívið og felagsskapið gjøgnum lærdóm.
Tá eg setti meg at fyrireika nøkur orð til hesa løtuna, so fór eg at hugsa um hesa søguna, og at tað mátti vera onkur sum hevði hjálpt henni at røkka út til umheimin hóast síni brek. Eg setti lesibrillurnar á nøsina, og fór mær ein túr út á alnótina, og jú – har fann eg skjótt navnið Anne Sullivan, sum vísti seg at vera serlærari hjá blindum og var tann, sum megnaði at røkka inn til Helen við at skriva í lógvan á henni og knýta teknini saman við sansiligar upplivingar av ymiskum slag.
Hetta var eitt megnar arbeiði, sum gjørdi tað møguligt ikki bara hjá éinari gentu at fáa samband við lívið, men eisini nógv ár seinni hjá einum drongi í Havn og børnum um allan heim at vinna trúnna uppá, at vit kunnu gera mun – at vit kunnu og eiga at hjálpa.
Samskifti og felagsskapurin er ein fortreyt fyri tí góða lívinum, og tí er tað av so alstórum týdningi, at tað áhaldandi verður arbeitt fyri at tryggja betri atkomu eisini til blind og sjónveik til allar samfelagsins lutir.
Góða Karin!
Tú hevur gjørt mun. Tú hevur meir ella minni alla tína starvstíð sum ein onnur Anne Sullivan í tí stilla arbeitt fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum eru forðaði í at sansa umheimin við sjónini og at samskifta við eygunum. Tú hevur fyri so vítt eisini verið ein Helen Keller við støðugt at gera okkum í politisku skipanini varug við korini hjá blindum og sjónveikum. Og tað eigur tú rós uppiborið fyri.
Tá eg byrjaði í Almanna- og heilsumálaráðnum afturi í 2002 var Karin longu ein av teimum royndu stovnsleiðarunum innan almannaøkið – hon byrjaði á táverandi Blindastovninum í 1994, og hevur sostatt starvast sum leiðari á stovninum í samfull 32 ár. So hetta er ikki hvør sum helst, sum vit eru komin saman at fagna í dag, nú hon gevst sum stjóri á Sjóndeplinum.
Sjóndepilin er mentur nógv á hennara vakt frá Blindastovninum, sum varð stovnaður í 1986 – fyri júst 40 árum síðan - og til Sjóndepilin, sum hann eitur í dag, har hann umframt tænasturnar á stovninum sjálvum nú í størri mun veitir ráð til blind og sjónveik um alt landið.
Tøkniliga menningin í hjálpar- og samskiftisamboðum til blind og sjónveik hevur eisini verið stór hesi árini. Bert fyri at nevna nøkur fá dømi: Síðst í fýrsunum fór MBF sjálvboðið undir at útgeva ljóðbøkur, og í dag er henda týdningarmikla tænasta ein integreraður partur av virkseminum hjá Landsbókasavninum og atkomulig hjá okkum øllum.
Eg nevndi í byrjanini hetta við at taka lut í samfelagnum. Ljóðbøkurnar skaptu møguleikan hjá blindum at fáa lut í pørtum av samfelagsliga virkseminum, soleiðis sum tað t.d. er endurgivið í skaldskapinum – men tað skapti ikki í sjálvum sær møguleikan fyri at taka lut í felagsskapinum.
Tað kom fyrst við teldutaluni, sum ger tað møguligt á lættan hátt at skriva bæði til onnur blind men eisini til fólk yvirhøvur, og at luttaka í almenna kjakinum.
Talukennarin er enn eitt tøkniligt framstig, sum nú ger tað møguligt at orða seg skrivliga á móðurmálinum bert við at tosa tekstin inn á telduna.
Minnist meg rætt, so hevur eitt tað fyrsta rættiliga samstarvið okkara millum verið í 2003 - hetta árið varð kosið ár teirra brekaðu - tá eg sum formaður í Happadráttgrunninum var við til at lata stuðul júst til arbeiðið at menna eina føroyska teldutalu. Tað var Karin, sum søkti grunnin um stuðul, og væl hevur verið grundgivið, tí játtan varð latin til verkætlanina, sum tænir so nógvum blindum, sjónveikum og lesiveikum í dag.
Karin og øll tit, sum varða av stovninum, hava eisini dugað sera væl at varpa ljós á umstøðurnar hjá blindum og sjónveikum. Tit hava eitt nú bjóðað til konsert í myrkri, døgurða í bølaniðu saman við politikarum og gongutúr gjøgnum Havnina við bindi fyri eyguni.
Eitt er at lesa ella á annan hátt verða kunnaður um viðurskiftini hjá fólki, ið eru blind – eitt annað er at royna tað, og við sansunum kenna, hvussu tað veruliga er. Eg minnist serliga eina hending í myrkrinum, har eg stríddist við at fáa mær róma á vafluna uttan at dálka mær fingrarnar og at skeinkja kaffi uppí nøkulunda óskalaður.
Karin fírir heldur ikki fyri at gera neyðugar broytingar í virkseminum hjá stovninum. Verkstaðurin í Traðarbrekku er eitt dømi um tað. Tað vóru ikki øll, sum tá vóru líka fegin um, at verkstaðurin sum tá lá inni á Blindastovninum, skuldi flyta í onnur hølir. Endamálið var at gagnnýta hesi hølini betur og at fáa betri høli til verkstaðið. Húsini í Traðarbrekku, sum Blindafelagið átti, høvdu leingi verið leigað út til annað virksemi, og eftir tilmæli frá Karini komu nevndin fyri stovnin og vit í Almannamálaráðnum ásamt um at seta neyðuga játtan av til verkætlanina, so hon kundi fremjast.
Eg havi ikki hoyrt annað enn at tað eydnaðist væl. Hetta hevði neyvan borið til, um Karin ikki hevði dugað so sera væl at fáa fylgiskap fyri sínar ætlanir. Ongin leiðari røkkur hesum uttan at vera álitisvekjandi og savnandi í sínum atburði og samskifti.
Karin hevur hjartað við í sínum arbeiði og í øllum sum hon tekst við. Og nú hon hevur valt at gevast, so hugsi eg orsøkin er, at hon fullvæl veit, at tað eisini er eitt lív uttan fyri arbeiðið – har eru boð eftir ommuni bæði í Keypmannahavn og á Christiansø – og Leif skal eisini passast – og soleiðis gongur lívið víðari. Tó so, sum eg skilji, so sleppur hon ikki endanum heilt, men heldur fram við arbeiðinum at menna talukennaran og teldutaluna.
Okkara egna Anne Sullivan - Karin Kass - hevur givið sítt stóra íkast til at blind og sjónveik í dag hava lættari atgongd til lærdóm og felagsskapið – og eg eri takksamur fyri at hava verið vitni til tað.
Jóhan Petur hevur eisini síðsta arbeiðsdag í dag. Hann hevur latið seg pensjonera eftir 29 ár á vaktini, har hann - í hvussu so er ta tíðina, eg kann minnast - hevur verið roknskaparleiðari.
Vit báðir hava kanska ikki havt so tætt samstarv, sum eg havi havt við Karina, men eitt er vist og tað er, at vit í landsstýrinum høvdu so ongantíð latið stovninum játtan til allar hesar góðu verkætlanirnar hjá Karini gjøgnum árini, um tað ikki var stýr uppá finansirnar – og tað vil eg fegin takka tær, Jóhan Peturi fyri.
Eg fari at enda einaferð afturat at takka tykkum fyri tykkara stóra íkast blindum og sjónveikum at bata, og ynskja tykkum blíðan byr á tykkara víðari ferð.
Takk fyri!










