Tá tú sært eitt skelti, sum sigur, at ferðin er niðursett til 60 km um tíman í einum øki, har annars er loyvt at koyra 80 km um tíma, sum skal tú hyggja serliga væl er kilometurteljaranum. Tað vanliga er, at tú ikki setur koyrikorti í vanda fyrr enn tú koyri 30 km um tíman ov skjótt. Tað vil siga, at koyrir tú undir 110, so er ikki vandi fyri at missa koyrikortið, men »bara« fyri at fáa eina bót. Tú fært gaman í eina stóra bót - og klipp í koyrikortið, um tú koyrir 20 km um tíman ov skjótt.
Men tá ferðmarkið er niðursett revsingin fellur nógv skjótari. Tá er reglan tann, at koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.
Og tað var júst hesa felluna, sum bilførarar komu í, sum koyrdu eftir landsvegnum við Norðskála í gjár. Tí kemur tú oman eftir tunnilsvegnum við kós móti brúnni um Streymin, so er ferðmarkið niðursett til 60 km um tíman. Tað er gjørt fyri ferðslutrygdina í økinum við vegamótið til Norðskála, har fleiri ógvusligar vanlukkur hava verið.
Í gjár fingt tveir bilførarar treytaða frádøming av koyrikoyrtinum, tí teir á hesum streikki koyrdu ávikavist 88 og 87 km um tíman.
Onnur slík øki við niðursettari ferð er nýggi Havnarveguin í Hoyvík og Velbastaðvegurin frá Marknagilsvegnum í Havn út móti Norðastahorni.
Og tá ferðin innanbýggja er niðursett frá 50 til 30 km um tíman eru somu herdu reglur galdandi. So tað loysir seg at gáa eftir eyka væl eftir ferðin, tá hámarksferðin er niðursett.
Tá ferðslupatruljan hjá løgregluna var úti í gjár fingu tveir persónar bót í Runavík fyri ikki at sita íbundnir í bilinum. Ein fekk bót fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi. Hetta var við Norðskála.
Á Sandi fekk ein bót fyri at koyra stórt prutl uttan koyrikort og uttan hjálm, og í Suðuroyar fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 104 km um tíman.










