Eftir døgurðan týsdagin 25. novembur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, fer Karl Johan Mikkelsen, journalistur, sum seinastu 40 árini hevur framleitt tíðindafrásagnir úr Føroyum fyri Danmarks Radio, at reflektera yvir tær broytingar, sum eru hendar í føroyska samfelagnum.
Umrøtt verður broytta Føroyakortið. Frá báti til bilin, frá bygd til forstað, frá framleiðara til forbrúkara. Nýggju tíðirnar krevja eina uppgerð við vakstrarhugsjónina og nýhugsanina.
Evni, ið verða vend, verða annars hesi: Føroyar sum kanningarøki fyri grøna orku í Europa. Ungir føroyingar skulu aftur læra gamla handverkið og at velta eplir. Nýggj vitan bremsar kanska nationalu mytuna um upprunan og kristnanina av Føroyum.