Karl kann styrkja Sambandsflokkin í Norðoyggjum

Í trý ár av seinastu 100 árunum hevur Sambandsflokkurin havt borgarstjóran í Klaksvík

 

Søguliga sæð hevur Sambandsflokkurin verið veikur í Klaksvík og í Norðoyggjum sum heild. Seinastu 50 árini, sum Føroyar vóru skipaðar í sjey valdømi, hevði Sambandsflokkurin bara tvær ferðir tingmann valdan í Norðoya valdømi. Tað var í 1978 og í 1980, tá Eli Nolsøe varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í Norðoya valdømi.

Eli Nolsøe trein inn á politiska pallin í 1970, tá flokkurin valdi hann til landsstýrismann í fyrsta landsstýrinum hjá Alta Dam, sum varð valt 10. desember í 1970.

Eftir valið í 1974 var Sambandsflokkurin í andstøðu, og Eli Nolsøe varð ikki valdur á ting. Men tað varð hann í 1978, tá Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur. Hann varð afturvaldur í 1980.

Síðani tá er eingin sambandsmaður valdur á ting, fyrr enn valskipanin við valdømum varð tikin av í 2008.

Eftir valið í 2004, tá samgonga varð skipað við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni, valdi Sambandsflokkurin aftur ein úr Norðoyggjum at manna ein landsstýrissess. Tað var tann tá ókendi maðurin í politikki, Bjørn Kalsø. Tað endaði við, at hann varð valdur á ting í 2008, í 2011 og í 2015. Hann stillaði ikki uppaftur í 2019 og fór úr politikki.

Í býráðnum í Klaksvík hevur Sambandsflokkurin søguliga sæð eisini verið veikur.

Seinastu 100 árini hevur flokkurin bara havt borgarstjóra í trý ár. Tað var í 1970, tá Ove Frederiksen var borgarstjóri og í 1920 og 1921, tá Ole Fredrik Joensen, Óli í Skúla, var borgarstjóri.

Sigast skal, at tað var ikki politisk uppstilling í Klaksvík á kommunuvalinum í 1920. Men Óli í Skúla var kendur sambandsmaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Spurningurin er so, um Karl Johansen kann gera Eli Nolsøe og Bjørn Kalsø kynstrið eftir og strykja Sambandsflokkin í Klaksvík. Ger hann sum Jógvan Skorheim, so kann Sambandsflokkurin kanska vænta sær einar tveir ella tríggjar sessir í Klaksvíkar býráð á næsta býráðsvali í 2024.