Miðvallarin úr B36, Súni Olsen hevur givið avboð til dystin móti Íslandi í næstu viku. Í hansara stað er Karl Løkin úr NSÍ úttikin
Súni Olsen verður ikki við, tá Ísland og Føroyar bresta saman í venjingardysti á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikudagin í næstu viku.
Í staðin fyri Súna Olsen hevur landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sent boð eftir Karl Løkin úr NSÍ.
Karl Løkin hevur spælt ein skrásettan landsdyst fyri Føroyar. Tað var í venjingardysti fyrr í ár ímóti Thailandi.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Hans Jørgensen, HB Tórshavn
Jónas Tór Næs, Valur (ICE)
Atli Gregersen, Víkingur
Erling Jacobsen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Pól Jóhannus Jústinussen, NSÍ Runavík
Viljormur Davidsen, FC Fredericia (DK)
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Christian R. Mouritsen, HB Tórshavn
Leif Niclasen, EB/Streymur
Heini Vatnsdal, HB Tórshavn
Kaj Leo Í Bartalsstovu, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík