Karl Nolsø til áminnis

Ein rödd er tagnað millum útisetar her i Keypmannahavn.

Karl er farin.

Hann andaðist heima hjá sær sjálvum allahalgunnadag - 1. November, og fór til gravar leygardagin eftir. Karl bleiv 77 ára gamal.

Hann var borin í heim tann 25. September 1922 suðuri í Vági, og her vaks hann eisini upp.

Sum so mong onnur tá, fór eisini hann til Danmarkar at taka students-prógv. Gekk á Rungsted. Hetta var í 39, og var hann eins og hini noyddur at verða niðri öll krígsárini.

Eftir lokið studentsprógv fór hann undir at lesa sögu við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, hóast hugurin var heldur at fara til Århus at lesa búskaparfröði og spanskt, so hann kundi gerast betur útbúgvin at selja fisk.

Men mongum brestur ætlan, og tá hendi so mangt, sum vit, ið yngri eru valla kunnu skilja í dag.

Longu meðan hann var á Rungsted kom hann í samband mótstöðurörslina, og seinni kom hann sær upp í sjálvt mótsöðuarbeiðið? serliga innan ta illegalu pressuna.

Hetta var vandamikil tíð og sera vandamikið var at berjast móti hersetingarvaldinum. Ofta leikaði hart á, ja, fleiri ferðir stóð enntá um lív.

Karl bleiv eisini handtikin av Gestapo og sat í fangatippi, men kom undan á undurfullan hátt.

Hann hevur sjálvur ofta greitt frá hesum, og partur av hansara frásögn stendur at lesa i 6. Bindi hjá Niles Juul Arge: Stríðsárini.

Hann var millum tey fyrstu, sum komu heim eftir kríggið, dvöldi ikki leingi, men fór upp í bretska herin. Gjördi tá millum annað hertænastu í Týskalandi.

Men ov langt verður at greiða ævisögu hansara út í æsir, tí hann fór víða og upplivdi meira enn flest onnur.

Hann tók prógv í búskapafröði í búnum ári og virkaði millum annað eitt langt skifti, sum ferðaleiðari í Egyptalandi, haðani hann eisini hevði manga áhugaverda frásögn.

Hóast föðilandið og viðurskiftini har heima lógu honum fremst í huga, vildi lagnan tað soleiðis, at hann kom at búgva meginpartin av lívi sínum her í Keypmannahavn.

Undir krígnum og mong ár aftaná hevði felagslívið millum útisetar alstóran týdning. Her hitti tú landsmenn, her kundi tú frætta tíðindi heiman, og her kundi tú leita tær hjálp, um hon var tær fyri neyðini.

Og tað er júst í hesum umhvövi, vit best kenna Karl.

Hann hevði stóran áhuga fyri öllum samfelagsviðurskiftum ? bæði burtur og heima. Og hann hevði sína egnu uppfatan og meining um flestu tíðarspurningar. Uppfatan og meiningar, sum ikki altíð sampakkaðu við tær hjá teimum, ið fyri borgum ráddu. Meiningar, hann sjáldan hevði inni við seg sjálvan, men kunngjördi bæði í skrift og talu.

Tað munnu vera fáir tjakfundir um okkara leiðir, sum Karl ikki eldhugaður tók lut í. Ofta kundi tað verða stuttligt at hoyra menn tvídrátta um eitthvört hissini mál - tí væl dugdi hann at leggja sær orðini, men við hvört kundi tjakið gerast so álvarsamt at neistarnir ruku.

Men sjáldan kortini so álvarsamt, at ikki kundi sitast við sama borð at halda sær at gaman, tá fundur varð lokin.

Og hetta er so hin myndin av Karli, sum vit öll kenna so væl.

Á teimum stöðum, har útisetar vanliga hittast, sitandi við eitt borð saman við fleiri, ið lýddu á meðan Karl fortaldi.

Og hann hevði sjáldsamar gávur at siga frá og fortelja, so tú nærum kendi teg sjálvan vera við í hendingunum, og tú ímyndaði tær fólk, sum tú aldrin hevðí sæð.

Hann hevði tað sjáldsama hegni, at síggja skemti í tí mest ávarsama og álvaran í tí skemtiliga.

Sum verða man hevði hann serliga nógv tilfar úr heimbygdini Vági, men han tóktist í öllum lívsins förum at kunna oysa úr eini ótömandi keldu av egnum lívsroyndum, lesnaði og ættarsögu.

Altíð góður at heita á, um tú vildi fregnast um okkurt, fáur annar visti.

Áhugamál hansara vóru nógv ? hann var ein sannur polyhistor.

Seinasti árini var heilsan farin at bila, men lívsneistin og eldhugurin var tann sami.

Dagin fyri hann andaðist hitti eg hann á máli um okkurt söguligt tilfar mær var komið í hendi. Hetta hugtók hann almikið, og vit avráddu at hittast seinni í vikuni, so hann kundi kunna seg um hetta.

So skuldi ikki verða!

Nú fækkast tey, ið tóku lut í felagslívinum millum útisetar undir og eftir kríggið. Tey, ið lögdu lunnar undir tað felagslív, ið enn er okkara millum. Tey, ið hava so stóra tökk uppiborna.

Karl var ein av teimum, og nú hann er farin, er eisini ein stórur partur av hesi tíðarmynd burtur ? ja vit ditta okkum at siga, at ein stovnur er horvin.

Ein rödd er tagnað!

Saknurin eftir Karl verður stórur bæði hjá eldri og yngri, sum týðiliga sást í Sámalskirkjuni henda leygardag, tá Karl varð borin út.

Vit hava djúpastu samkenslu við teimum, sum av varða.

Friður veri við minninum um Karl Nolsö.


Heini Davidsen