Karnivalgongan, sum er vorðin fastur táttur á eystanstevnu, hevur verið mannaður við ítróttarfólki, og hóast hetta tiltak hevur verið ein stór succes við fleiri hundraðtals luttakandi á hvørjum ári, vilja tey í Runavík gjarna hava karnivalin enn størri.
- Fyri at gera hetta umtóktað tiltak enn størri, bjóða vit nú øllum at fylgjast við ítróttarfólkunum. Øll, sum eru í stevnuhýri og sum hava hug at luttaka, verða biðin um at møta við kantinuna við Løkin fríggjadagin 14. juni - tað er í morgin - klokkan 18.
Úr Runavík verður sagt, at evnið hesaferð er sjeytiárini.
- Vit vænta, at luttakararnir fara at lýsa evnið við fløggum, búnum ella øðrum. Men, hetta er tó ikki ein treyt. Øll, sum hava hug at luttaka, eru hjartaliga vælkomin.
Tað er ókeypis at luttaka í karnival-tiltakinum á eystanstevnu, og fyrireikararnir gleða seg til at síggja størsta luttakaratal nakrantíð.