Eftir sita vit fleiri, ið kunnu siga við stórum takksemi mangar ferðir takk fyri lív og vitnisburðin, ið Karton bar í hesum mangan vónleysa heimi.
Men broytingin í lívi hansara gav vón, og vitnaði um at Gud var náðiríkur og var til fulnar mentur at endureisa og frelsa djúpt falnar syndarar til nýtt lív og eitt ævigt lív í Kristusi.
Løturnar í hugnaligu stovuni har Karton búði á Tvøroyri vóru ikki fáar.
Men hin lívgandi, næstrakærleikin, gleðin, friðurin og tað milda sinni, sum Karton bar, kendi eg so væl hesar góðu løtur.
Høvuðsevnið hvørja ferð var endurloysari og Frelsari okkara Jesus, práti fall hvørja ferð á Frelsaran.
Báðir høvdu vit smakkað vald syndarinnar, men kundu vit báðir sita og gleðast saman hesar ríku løtur, gleðast um Guds náði, at Hann kallaði okkum til eitt nýtt lív at liva fyri tann livandi Gud.
Og hesa ríku vón sum vit lósu um í bíbliuni, at eftir hetta lív komu vit at liva í Himlinum, heima hjá Gudi.
Hóast sakn so er hetta gleðiligt at minnast aftur á.
Eitt nýtt lív eitt nýtt tíðarskeið, loystur frá valdi syndarinnar og hesum deyðuligu umstøðum vit nú einaferð liva í, hetta er lívsælt at hugsa um. Lívið er á ein hátt júst byrjað hjá mínum góða vinmanni.
Lívið í ævinleikanum har tey ið trúgva á Kristus til frelsu eiga ein arvalut í Kristusi, ein himmalskan lut ið eingin kann stjala frá okkum í Kristusi.
Hvat kann vera størri á at líta. Tá man missir ein kæran vinmann- at lív er at fáa í Kristusi.
Hetta var vitnisburðurin Karton so hugreystur vitnaði fyri mær og øðrum, at ALT var fullgjørt-
Skuldi hann síggja himmalin við verkum ella við at liva eitt pent lív, so Gud náði meg, tók Karton mangan til.
Men Gud, sum er ríkur í náði síni, hevur gjørt synd okkara til einkis á Golgata, vit skulu bara taka ímóti frelsuni við trúgv. Og síggja at okkum tørvar náði til at liva í ævir, hetta var ður hansara fyri mær og mongum øðrum.
Tí hvílir ein søtur friður yvir minnunum um Karton
Vil enda við at siga tær takk góði Karton - takk fyri alt tað góða tú gavst mær.
Eg gleðist saman við tær, at Harrin heldur lyftir Síni, hvar eg hugsi um nýggju umstøðurnar hjá tær heima hjá Harranum, har hetta versið frá Gudi er upprunnið fyri tær.
Op. 21, 4, Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur - tí hitt fyrra er farið.
Minnini verða goymd og verkið Harrin gjørdi gjøgnum teg livir.
Harrin styrki tykkum øll ,,Helgi,, og familjan ið eftir situr.
Svein