Nógv full fólk í býnum – ein gisti í brummuni

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt av fullum fólkum í býnum

Tað merkist hjá løgregluni, at jólafrokost-tíðin er byrjað, tí tað gevur teimum meira arbeiði av fullum fólkum í býnum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Klokkan trý í nátt var ein persónur, sum ikki dugdi at uppføra seg uttan fyri Luux. Og tá hann ikki vildi siga løgregluni, hvussu hann æt, so varð hann tikin við á politistøðina og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar. Hann hevur gist í brummuni í nátt, og varð sleptur útaftur í morgun.

Løgreglan hevur koyrt nógv full fólk til hús, sum hava ligið ymsa staðni. Vaktleiðarin sigur, at tey náddu ikki at koyra øll, og løgreglan tí í summum førum máttu leiðbeina fólk, hvussu tey skuldu gera.

Vaktleiðarin væntar meira av slíkum arbeiði hjá løgregluni næstu vikuskiftini í jólafrokost-tíðini.