Í Katalonia er ikki vandi fyri vápnaðum stríði

Í Spania eru hópin av rørslum og flokkum, ið stríðast fyri loysing ella størri sjálvsavgerðarrætti ymsastaðni í landinum. Kendastu teirra eru tó uttan iva loysingarrørslurnar í Katalonia og í Baskaralandi.

Meðan baskiska loysingarstríðið var merkt av vápnaðum samanbrestum og yvirgangi, hevur katalanska stríðið hinvegin gingið fyri seg á politiska vígvøllinum.

Josep Costa, varatingformaðurin í katalanska tinginum, sum var á vitjan í Føroyum í farnu viku, heldur, at tað er ein greið orsøk til, at fullveldisstríðið í Katalonia ongantíð endaði við vápnaðum uppreistri.

– Eg haldi, at vit hava altíð verið eitt friðarligt fólk, og vit hava sæð fyrimunirnar við at vera friðarlig. Baskarar vunnu ikki stríðið - tað eydnaðist teimum ikki við teirri strategiini, sigur Josep Costa og vísir til bumbu- og drápsherferðirnar hjá loysingar- og yvirgangsfelagsskapinum ETA.

– Umframt moralsku argumentini - sum eg taki undir við, og so at siga allir katalanar taka undir við - er eisini praktiska argumentið, at vápnað stríð er ikki munagott. Tað eydnaðist ikki baskarum við hasari strategiini, og vit høvdu mist heldur enn vunnið undirtøku, høvdu vit gjørt tað sama.

Josep Costa heldur ikki, at støðan í Katalonia var nakrantíð í vanda fyri at enda við vápnaðum samanbrestum.

– Eg haldi, at søgan greiðir okkum frá, at framkomin samfeløg sum tað katalanska merkja vanliga einki til tílík vápnað stríð. Fólk eru ikki til reiðar at ofra teirra vælveru í slíkum støðum. Fyri meg er tað greitt, at ein ovustórur meiriluti av katalanska fólkinum hevði verið ímóti vápnaðum stríði, sigur Josep Costa.