Ein institutión í norskum hondbólti leggur frá sær.
45 ára gamli málverjin, Katrine Lunde, gevst á landsliðnum eftir hetta kappingarárið.
Hetta merkir, at komandi HM verður seinastu finalurnar hjá roynda málverjanum.
Tað skrivar norska hondbóltssambandið á heimasíðuni.
- Eftir gjølla umhugsan havi eg avgjørt, at HM verður mín seinasta steypakapping við kvinnulandsliðnum, sigur Lunde í tíðindaskrivi.
Hon upplýsir tó, at hennara hondbóltskarriera ikki er liðug júst enn.
- Eg havi ongar ætlanir um hvørjum felag eg skal spæla í í løtuni. Men eg havi ikki spælt mín seinasta hondbóltsdyst, sigur málverjin.
Katrine Lunde fekk sín fyrsta dyst á norska landsliðnum í 2002.
Á sínum CV hevur Lunde trý OL-gullheiðursmerki, tvey HM-gullheiðursmerki og sjey EM-gullheiðursmerki, fyri at nevna nakrar av sigrunum frá hennara 23 árum á landsliðnum.
Á felagsstigi hevur Katrine Lunde umboðað donsku feløgini Odense Handball, Viborg og Aalborg, m.a.
Hon kom til Aalborg í 2005 og spældi tvey kappingarár áðrenn hon flutti til Viborg.
/Ritzau/











