Kavin liggur alt vikuskiftið

Eitt djúpt lágtrýst liggur fyrst mes sum í stað yvir Norðhavinum og ein sterkur streymur av kaldari luft við nógvum vetrarælum skolar inn yvir Føroyar av útnyrðingi. Frá leygarkvøldinum fer lágtrýsti í ein landsynning oman eftir suðurskandinavia, meðan tað fyllist. Seint sunnukvøldið og tíðliga mánamorgunin fer ein minni hátrýstsryggur framvið av vestri og síðani fer eitt minni lágtrýst framvið beint sunnan fyri Føroyar, áðrenn enn ein kaldur streymur við vetrarælum rakar okkum av norðri. Týsdagin og mikudagin mennist so eitt hátrýst vestan fyri Føroyar.

 

Í dag

Hvassur vindur ella skrið og harðar hvirlur av útnyrðingi , 15 til 20 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur, kavi ella heglingur. Í kvøld og í nátt yvirhøvur skýggjað og fyri tað mesta regn ella vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og fýra stig.

 

Leygardagin

Hvassur vindur ella skrið av útnyrðingi, 15 til 20 m/s, sum frá líður av útnyrðingi og norðri. Út á náttina makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Alt samdøgrið yvirhøvur skýggjað og ælaveður, regn ella vátaslettingur, og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av høgætt, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men eisini regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn-, vátaslettings- ella kavaæl, tó færri sum dagurin líður. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella vátaslettingur. Hitin millum 3 og 6 stig.