Keir Starmer á síni seinastu ferð í Kyiv

Hann hevur verið ein av góðu stuðlunum hjá Ukraina síðan russisku innrásina

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur fleiri ferðir havt vitjan av Keir Starmer í Kyiv

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, fer í dag til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, at vitja ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Hetta verður seinasta vitjanin hjá Keir Starmer í Ukraina, áðrenn hann væntandi leggur frá sær mánadagin.

 

Hann hevur verið bretskur forsætisráðharri síðan 2024 og hevur verið ein av góðu stuðlunum hjá Ukraina síðan russisku innrásina. 

 

Væntandi er, at Andy Burnham alment verður tilnevndur sum leiðari fyri Labour í morgin og síðan formelt tekur við sum forsætisráðharri mánadagin.

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur fleiri ferðir havt vitjan av Keir Starmer í Kyiv