Tórshavn: Oljuvinnan er eisini farin inn í trygdina við bryggjukantin. Reyði Krossur Føroya fekk týsdagin ein kekk frá oljufelagnum Amadarko. Peningurin verður brúktur til at heingja upp bjargingarkransar ymsastaðni í landinum.
Johan Mortensen, umboðsmaður hjá oljufelagnum Amadarko í Føroyum, var týsdagin inni á gólvinum hjá Reyða Krossi Føroya á Bryggjubakka í Havn, har hann handaði Suna Vinther, formanni í Reyða Krossi Føroya, ein kekk frá oljufelagnum.
Johan Mortensen segði, at tað var fyrrverandi leiðarin fyri føroysku deildini hjá Amadarko, Scott Albertson, sum hevði lagt merki til hetta ítakið, Reyði Krossur Føroya er farin undir, at heingja upp bjargingarkransar ymsastaðni, har fólk ferðast fram við sjónum. Albertson gjørdist so hugtikin av hesum, at hann helt, at oljufelagið átti at stuðla hesum tiltakinum peningaliga, og verður tað hervið gjørt, segði Johan Mortensen, tá hann handaði Suna Vinther kekkin.
Amadarko er eitt av feløgunum, sum hevur fingið tillutað boriloyvi á føroyskum øki, men hevur enn ikki søkt um loyvi at byrja sjálva leitingina.
Fleiri kransar
Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Frøoya, takkaði fyri gávuna og segði, at hon kom væl við. Hon mundi røkka til at heingja einar seks til tíggju kransar upp, metti hann.
Hann helt fyri, at kekkurin frá oljufelagnum líkasum kundi virka sum ein troyst fyri ta miseydnaðu ólavsøkuna. Tá hevði Reyði Krossu Føroya ætlanir um at hava eitthvørt tiltak í Vágsbotni fyri at fáa pening til slík átøk sum tað við bjargingarkransunum. Men Vágsbotnur minti mest um eitt stað, har brúk var fyri bjargingarkransum orsakað av veðrinum um ólavsøkuna, so har kom einki burtur úr at savna pening, segði Suni Vinther.
Reyði Krossur Føroya hevur hongt bjargingarkransar upp ymsastaðni í Føroyum seinnu tíðina. Hongt verður upp á støðum, har nógv fólk ferðast. Bæði føroyingar og kanska serliga fremmand ferðafólk. Eitt nú í Koltri og Elduvík. Í Sandagerði og í Vágsbotni.
Hetta við at heingja upp bjargingarkransar á støðum, har nógv fólk fer um bryggjukantin, er ikki nakað nýtt í Reyða Kross samanhangi. Longu sama árið, sum Reyði Krossur varð stovnaður í Føroyum - í 1926 - samtykti nevndin at fara undir a tarbeiða fyri at betra um trygdina á føroysku havnarløgunum. Í gerðabókini hjá Reyða Krossi Føroya fyri árið 1926 sæst, at samtykt er at fáa til vega trígjar bjargingarhakar ..... »til ophængning ved de 3 mest benyttede landingssteder.«
Vikuskiftið undan ólavsøku vórðu tveir kransar hongdir upp við Leitisvatn. Annar við Gróthústanga og annar í Vatnsoyrum, meðan tann triði fer at verða hongdur upp við flúgvarabedingina. Har verður eisini ein bátshaki hongdur upp, sigur Suni Vinther.
Reyði Krossur Føroya hevur avtalu um at heingja ein krans upp við Rinkusteinar í Oyndarfirði. Eisini er avtalað við Viðareiðis Kommunu, at heingja upp á helluni niðan fyri kirkjuna á Viðareiði. Men har metir Reyði Krossur Føroya kortini, at Viðareiðis Kommuna eigur at gera onkrar ábøtur á lendið fyrst.
Eisini hevur Reyði Krossur hugt at umstøðunum úti í Fugloy, men einki er avgjørt enn, um ella nær nakar bjargingarkransur verður hongdur upp har úti, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya.