Ein bretsk-amerikonsk sjónvarpssending hevur megnað at savna 300 milliónir krónur til Haiti-neyðhjálp. Kendi sjónleikarin, George Clooney, skipaði fyri innsavngini, og hon varð víst á nær um øllum sjónvarpsstøðum í Amerika, á bretskum MTV og á YouTube.
Nógv kend fólk hjálptu at savna inn penging til neyðhjálpina. Millum annað sótu bæði Julia Roberts, Steven Spielberg, Madonna, Rihanna og Bruce Springsteen við telefonunum og ringdu runt at savna pening.
Kendu fólkini góvu sjálvi stórar upphæddir. Eitt nú góðu Leonardo Dicaprio og Angelina Jolie/Brad Pitt 5 milliónir hvør.