Kendi danski Youtube'arin Albert Dyrlund er deyður. Hetta skriva flest allir danskir miðlar um í dag.
Hann var kendur fyri síni stuttligu videobrot, har hann royndi alt møguligt ørt og minni ørt. Hann fekk skjótt nógvar fylgjarar á sínari síðu og hevur seinastu árini undirhildið nógv fólk.
Men hann bleiv bara 22 ára gamal. Hann fór fyri bakka í Italia, meðan hann var í gongd við at filma okkurt við sínari fartelefon. Familja hansara váttar fyri donskum miðlum, at hann er deyður, men tey biðja eisini um at fáa frið, meðan tey syrgja.
Umframt at hava undirhildið nógv á Youtube, so hevur Albert Dyrlund givið nakrar sangir út, verið við í filmi og ymiskt annað. Á Youtube eitur fylgjaratalið 168.000, meðan tað á Instagram eitur 224.000.