Kendur veðurmaður er deyður

Hann var ofta á skíggjanum í litríkum troyggjum

(Mynd: Jan Unger, Ritzau Scanpix)

Danski veðurfrøðingurin og sjónvarpsmaðurin Henrik Voldborg er deyður 88 ára gamal.

 

Eftir hann sita konan, Anne Marie, og teirra fýra børn.

 

Familjan upplýsir fyri Ritzau, at Voldborg hevði verið sjúkur eina tíð.

 

Henrik Voldborg fór í starv hjá Danmarks Meteorologisk Institut (DMI) og Danmarks Radio í 1963. Hann las veðurtíðindi á DR í tvey ár, til vertirnir sjálvir fóru at lesa tey.

 

Í 1988 kom Voldborg aftur á skíggjan og var profilur á DR fram til 2001, tá ið hann varð pensjóneraður. Um hetta sama mundið fekk hann riddarakross frá Margrethu drotning.

 

Henrik Voldborg var kendur fyri at vera í litríkum, budnum troyggjum á skíggjanum.

 

Henrik Voldborg verður jarðaður úr kirkjuni í Nærum fríggjadagin.

 

 

 

(Mynd: Jan Unger, Ritzau Scanpix)