Kenna seg ikki eiga nakran góðan í Tórshavnar býráð

– Tað tykist sum, at tá politikari stígur inn um gyltu gáttina á Vaglinum liggja vøkru vallyftini eftir í skrellispannini uttanfyri - ósorterað eins og alt annað, skrivar Urd Johannesen í bólkinum »Varðveitið fríøkið við Sandá«

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá teimum, sum varða av facebookbólkinum Varðveitið fríøkið við Sandá«, at byggiloyvi helst verður givið til nýggju kirkjuna á Argjum.

 

Sum skilst er málið samtykt í byggi og býarskipanarnevndini, og tað skal fyri á býráðsfundi hósdagin, har tað væntandi verður samtykt eftir tilmæli frá umsitingini.

 

Urd Johannesen skrivar soleiðis í facbookbólkinum Varðveitið fríøkið við Sandá«:

 

– Vit mongu, sum hava ynskt at varðveita fríøkið við Sandá mugu kanska ásanna, at vit ikki eiga nakran góðan í Tórshavnar býráð, í øllum førum ongan, sum hevur vald.

 

Hetta hóast valúrslitið frá november 2024 klárt indikeraði, at meirlutin ynskti broytingar. Hetta hóast nýggir flokkar og nýggjar røddir vóru eins grøn sum grasið uttanfyri og eins lovandi sum sólin í okkara bláoygdu eygu seinastu dagarnar. Nú skuggar fyri sól.

 

Tað tykist sum, at tá politikari stígur inn um gyltu gáttina á vaglinum liggja vøkru vallyftini eftir í skrellispannini uttanfyri - ósorterað eins og alt annað. Idealisman í politisku yvirlýsingunum, sum fekk okkum veljarar at gána og nikka, flaggar á hálvari stong. Spurningarnar liggja ósvaraðir á gravarbakkanum og hvørva í fokusflyting og jagstranini eftir stokkutum fólkatekki - spurningar um hví byggjast skal júst á fríøkið - hvørjar eru grundgevingarnar, hví tey 75 húskini, sum í sínari tíð fingu lovað fríøkið at standa órørt, missa hendan rætt, hví ein kommuna kann burturluta eina gávu og hví hon hevur so stóra heimild at skúgva aðrar lógir til viks við serstøkum byggisamtyktum, hví 'friðing' og 'yvirfriðing' tykjast fevna um menniskju heldur enn náttúru, hví yvir 100 mió skulu brúkast uppá eina kirkju, bert 1300 metrar frá aðrari kirkju, hví eingin tekur kanning til eftirtektar, sum vísir, at meirlutin er ímóti, hví eitt upprunaligt og virðismikið náttúruøki, sum hevur so nógvar ágóðar fyri so nógv, og hvørs lætta atgongd hevur so stóran týdning fyri serliga yngru og eldru borgararnar, nú skal leggjast undir betong og asfalt, og ikki latast til okkara eftirkomarar?

 

Býráðsfundur verður hósdagin 22. mai. Tá skal málið um byggiloyvið enn einaferð á breddan. Politikarar skulu taka støðu. Ikki tí teir vilja. Men tí ein kæra hevur noytt teir til tað.

 

Listarnir við nøvnum á teimum, ið hava skrivað undir mótmælini, verða handaðir áðrenn býráðsfundin. Freist at skriva undir er 19. mai.