Kent Kim Larsen lag snýr seg lutvíst um Trongisvág

Jacob Haugaard hevur skrivað "Haveje" og fekk íblástur til lagið av Hvítanesi á Tvøroyri

Eitt av allar størstu hittunum hjá Kim Larsen, sála, er uttan iva “Haveje”. Hetta lagið er skrivað av dansk-føroyska skemtaranum Jacob Haugaard, og íblásturin til lagið fekk hann av Hvítanesi á Tvøroyri, har føroyska familja hansara var frá.

 

- Eg setti altíð Haveje í samband við ommu mína, Fridu. Hon hevði eina “skønhedsklinik” við síðuna av Salem á Hvítanesi í Trongisvági, og tað inspireraði meg m.a. til at skriva hatta lagið, fortelur Jacob Haugaard. 

 

Hendan vakurleikastovan hjá ommu Jacob Haugaard er altso tann, sum Kim Larsen í roynd og veru syngur um í eyðkendu strofuni “Min kone hun har en skønhedsklinik inde midt i et negerdistrikt”. 

 

Jacob Haugaard er hálvur føroyingar og ferðaðist nógv á Tvøroyri sum barn.

 

- Eg plagi at siga, at vit vóru á enduruppaling, tí vit vóru so ofta í Føroyum í 2-3 mánaðir hvørja ferð. Mamma syrgdi fyri, at vit ikki skuldu gloyma, hvar vit komu frá. Tað eri eg øgiliga glaður fyri í dag - eg eri nokk eitt sindur av einum føroyskum gamaldags nationalisti, flennir Jacob Haugaard.

 

Ein vrøvlisangur við stórum virði

 

Tak tók eitt eygablikk hjá Jacob Haugaard at skriva "Haveje", og hann lýsir sjálvur sangin sum ein glaðan vrøvlisang, hann skrivaði fyri 35 árum síðani. 

 

- Sovorðnir sangir taka ikki so langa tíð at skriva. Tað er jú ein vrøvlisangur, sum saktans kundi verið ein barnasangur. Niðurlagið ger onkursvegna sangin eitt sindur savnandi, men annars er tað bara ein glaður sangur, har alt rímar uppá Haveje, sigur hálvi tvøramaðurin.

  

Les eisini: Takk fyri sangirnar, Kim

 

Sangurin "Haveje" var eitt týdningarmikið vegamót fyri Jacob Haugaard. Hann livdi hart og var í stórari skuld, áðrenn Kim Larsen spurdi um at sleppa at spæla "Haveje". Eftir hetta slapp Jacob frá at líða nakra neyð, tí har vóru nevniliga nógvir pengar í sanginum um barnaminnini frá Tvøroyri.

 

- Eg hevði livað tað villa lívið, so eg livdi í stórari skuld. Eg hevði skuld allastaðni, og eg hevði jú ongantíð ordiliga havt pengar, so fyrstu ferð, eg fekk pengar frá Haveje, brúkti eg pengarnar til at gjalda meg úr skuldini, greiðir Jacob Haugaard frá.

 

Jacob Haugaard kendi væl Kim Larsen, og lýsir hann sum ein óvanliga hugnaligan fýr við báðum beinunum á jørðini, og hann sigur, at tað var stílur yvir honum. 

 

- Vit møttust ofta til tiltøk og tosaðu væl saman. Hann var ein bandittur, men samstundis var hann fólkaligur og dugdi øgiliga væl fólkaskikk. Hann hevði stíl, sigur hann.

 

Omanfyri hoyrist Kim Larsen syngja lagið “Haveje”.