Hugnaløta
Komandi sunnudag, 28. november klokkan 18, sum eisini er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Vestmanna Kirkjukór saman við Vestmanna kirkju, fyri hugnaløtu við ókeypis ábiti í auluni í Vestmanna skúla.
Í fleiri ár hevur Kirkjukórið skipað fyri hesi hugnaløtu ? og nú sunnudagin endurtaka tey í Vestmanna so hetta tiltak.
Á skránni verður røða, tónleikur, kórsangur, felagssangur og annað.
Tað verður Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum fer at siga nøkur orð.
Teir báðir, Pauli Magnussen og Jógvan Toftum fara at spæla undir til kórsangin og felagssangin sum verður.
Umframt Paula og Jógvan, fer tann landskendi, Magni Christiansen, at syngja nøkur løg av nýggju fløguni, sum kemur út til jóla.
Vestmanna Kirkjukór, sum telir eini 40 fólk undir leiðslu av Erlu Olsen, kemur eisini at framføra nakrar sangir.
Hini árini, tiltakið hevur verið, hevur aulan í Vestmanna skúla verið meir enn full, og tí heita stigtakararnir á fólk um at møta stundusliga til hugnaløtuna.
Tiltakið í Vestmanna skúla er ókeypis, men fólk kunnu eins og seinast lata eitt oyra til Vestmanna kirkju.
- Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey, sum varða av Vestmanna Kirkjukóri.