Fyri stuttum er ein nýggjur háttur funnin, ið ger tað møguligt at lýsa ókeypis við porno á Facebook heimasíðum. Porno hevur í allar tíðir verið ótrúliga væl umtókt á internetinum. Og sum ókrút, veksur tað eisini á óvælkomnum økið. Fyri stuttum er ein nýggjur háttur funnin, ið ger tað møguligt at lýsa ókeypis við porno á Facebook heimasíðum.
Eigararnir av porno síðuni ?Cumshot Surprise? eru allarhelst ikki harmir um, at tað er stovnaður ein bólkur á Facebook nevndir ?Not In My Eye!? ? Ikki í eyga. Bólkurin, ið hevur umleið 2000 limir, hevur eina beinleiðis slóð til porno heimasíðuna, ið má sigast ikki at verða fyri veikar sálir.
Tann einasti vansin við at gera nýtslu av Facebook heimasíðuni á hendan hátt er, at tað er ólógligt.
- Tað er ikki loyvt. Tá ein stovnar sær ein Facebook profil, góðtekur ein samstundis brúkaratreytirnar hjá heimasíðuni. Facebook kann niðurleggja heimasíður av hesum slag umgangandi út frá tveimum orsøkum. Partvíst orsaka av innihaldinum á heimasíðunum, og partvíst tí at tað er ólógligt at hava beinleiðis slóðir á Facebook, sigur IT sakførarin Martin Von Haller Grønbæk við www.ekstrabladet.dk
Hann væntar tískil, at bólkurin ?Not In My Eye?, og aðrir líknandi bólkar verða niðurlagdir innan alt ov langa tíð.