Ókeypis vaccinatión av fólkapensionistum

Nú ein dagin bað landsstýrismaðurin í almannamálum løgtingið um uttan fyri skránna at fáa viðgjørt málið um ókeypis vaccinatión móti influenzu av pensionistum. Hóast tað er gleðiligt at nakað verður gjørt við málið nú, so undrar tað ikki sørt, at málið nústani kemur fyri, og at tað hevur tílíkan skund, at landsstýrismaðurin má biðja um at fáa tað viðgjørt uttan um skránna.

Tað er nú eitt heilt ár síðani, at Eldraráðið í Tórshavn samtykti at heita á Tórshavnar Býráð um at skipa so fyri at fólkapensionistar í Tórshavnar Kommunu kunnu fáa ókeypis vaccinatión móti influenzu, sum gjørt verður í øðrum londum.

Eldri fólk hoyra til ein av veiku bólkunum í samfelagnum, tá tað kemur til umfarssjúkur, og tí verður altíð mælt teimum til at lata seg vaccinera móti hesum sjúkum.

Eldraráðið gjørdi sær sínar metingar av virðinum av eini tílíkari skipan, og helt at umframt at geva teimum eldri eitt hægri lívsvirði, verður tað eisini samfelagsliga ein bíligari loysn, tá hugsað verður um tað ið spart verður á heilsuøkinum.

Í okkara grannalondum, eitt nú í Danmark, verður mett at frá 40% til 60%, alt eftir hvar í landinum tey búgva, taka av tilboðnum. Her hjá okkum taka læknarnir 250,- krónur fyri hvørja vaccinatión. Verður roknað við at 4.000 pensionistar í Føroyum taka av tilboðnum, verða útreiðslurnar 1 millión krónur árliga. (Hvar er ein millión millum vinir).

Hetta ljóðar ikki av nógvum, men kann spara eina útreiðslu hjá fólki, sum einans hava ta ússaligu pensiónina, okkara annars ríka samfelag letur. Pensionistarnir hava ongan felagsskap, ið hevur tey vápn sum onnur fagfeløg hava, tí verður neyðugt at pensionistarnir standa saman fyri at bøta um skeivleikarnar.

Tað er ikki bara eitt hugnafelag okkum tørvar, men eina samgonga, sum talar søk teirra eldru, og vil bøta um viðurskiftini teirra, við treytunum hjá teimum eldru sjálvum.

Fólkapensiónin, sum frammanundan er alt ov lítil, hevur ikki verið regulerað í mong ár, og hvørja ferð fakfeløgini fáa ein lønarvøkstur, minkar virði á fólkapensiónini samsvarandi. Tí má tað vera eitt krav, at pensiónin hækkar við prísvøkstrinum, og at hon eisini hækkar samsvarandi við lønarvøkstrinum hjá fagfeløgunum.