Heimurin hevur ongantíð brúkt so nógvar pengar upp á vápn sum í fjør. Sambært New York Times brúktu lond 85,3 milliardir dollarar til vápn og ymsa hernaðarútgerð í 2011.
USA er nógv tann størsti vápnaseljarin í heiminum. Amerikanararnir seldu í fjør hernaðarútgerð fyri 66,3 milliardir dollarar. Næstir teimum vóru russar, sum seldu fyri 4,8 milliardir dollarar.
Millum tey størstu keyparalondini hjá USA eru Saudi Arabia, Sameindu Arabisku Emiratini og Oman. Saudiarabar keyptu í fjør 84 stríðsflogfør av slagnum F15, fleiri tíggjutals Black Hawk og Apache-tyrlur umframt loftverjuútgerð og aðra hernaðarútgerð fyri tilsamans meiri enn 30 milliardir dollarar, skrivar New York Times.