KÍ er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á finaluna um løgmanssteypið

Í kvøld klokkan 19 bresta FM-vinnararnir, KÍ og FM-vinnararnir í 2024, Víkingur saman í finaluni um løgmanssteypið á Tórsvølli.

 

Í 2022 vann Víkingur 1-0 á KÍ í steypafinaluni, og í 2016 vann KÍ á Víkingi í steypafinaluni aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. 

 

Í landskappingini í ár hevur KÍ vunnið 2-0 og 1-0 á Víkingi, meðan triði dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

KÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

Oddsini upp á sigur til KÍ liggja millum 1,47 og 1,53.

 

Oddsini upp á sigur til Víking liggja millum 5,00 og 5,60

 

Oddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 4,00 og 4,20.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##