Vár og Lív mistu í toppstríðnum í næstbestu donsku deildini

Ajax tapti toppdystin móti Rødovre

Mynd: Ajax

Tvíburasystrarnar á landsliðnum, Lív og Vár Zachariasen og viðleikarar teirra í Ajax spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Rødovre. 

 

Um Ajax hevði vunnið hendan dystin í høllini í Bavnehøj í Keypmannahavn høvdu tær verið næstfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Men soleiðis gekk ikki. Rødovre vann ein rættiliga greiðan 26-20 sigur á Ajax. Rødovre legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var eisini greitt á odda í steðginum, 13-8. Vár var noterað fyri eitt mál.

 

Talan er um annað tapið á rað hjá Ajax, ið er triðfremst í deildini við átta stigum. Tær í Ajax eru tvey stig aftanfyri Rødovre, og seks stig aftanfyri greiða oddaliðið, Holstebro sum hevur 14 stig fyri sjey dystir.

 

Sunnudagin 9. november spælir Ajax dyst á útivølli móti Søndermarken. 

 

 

 

Mynd: Ajax