KÍ er U-21 meistari

Klaksvíkingar tryggjaðu sær í gjárkvøldið FM heitið við 1-0 sigri í Runavík

KÍ U21 FM vinnari Mynd: Mildrid á Lógv

Í gjárkvøldið tryggjaði KÍ sær FM heitið í U-21 kappingini. Síðsti dysturin var í Runavík í gjárkvøldið.

 

Undan dystinum var støðan soleiðis, at NSÍ varð meistari, um heimaliðið vann, ella um tað endaði javnt. Hjá KÍ ráddi um at vinna øll stigini fyri at vinna FM, og tað eydnaðist.

 

Einasta málið varð skorað átta minuttir undan leikloki, og tað var Símun Kalsø, sum skoraði.

 

Hesir KÍ spælararnir vóru á dómaraseðlinum í gjárkvøldið:

 

Fríðálvur Klakk, Ari Mine Jacobsen, Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti, Símun Kalsø, Jákup Idarsson Beck, Dávid Matras, Tóki á Lógv, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Dávid Biskupstø Andreasen, Kristian Svabo Eliasen, Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen.

 

Skiftir inn: Øssur Louisson Poulsen, Poul Jacob Christiansen, Jacob Vitalis, Jens Mortan Samson, Silas Jacobsen.

 

Venjarar: Regin Høgnesen, Hóri Skaale, Karsten Hansen, Janus Jógvansson

 

FM vinnarar í U-21 kappingini

 

2022      KÍ

 

2021      NSÍ

 

2020      KÍ

 

2019      NSÍ        

 

2018      AB

 

KÍ U21 FM vinnari Mynd: Mildrid á Lógv