KÍ eru stórliga undirtippaðir móti Lech Poznan

Her eru oddsini upp á dystin Lech Poznan-KÍ

Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa League.

 

Dysturin verður leiktur á útivølli móti pólska liðnum, Lech Poznan.

 

Lech Poznan hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Lech Poznan liggja millum 1,05 og 1,20. 

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,50 og 8,90.

 

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 12,00 og 20,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##