Stigatalvan segði, at B36 var á triðja plássi við 37 stigum, og at KÍ var á áttanda plássi við 21 stigum. Tí varð B36 mett at vera stórur favorittur í Gundadali í kvøld. Men tað var KÍ, sum vann 2-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.
Sigurin ber við sær, at KÍ nú er sjey stig frá niðurflytingarplássi. KÍ hevur á áttanda plássi 24 stig, og FC Hoyvík hevur á níggjunda plássi 17 stig. FC Hoyvík fer sunnudagin út á Argir.
At B36 tapti í kvøld ber við sær, at fleiri hava í morgin møguleika at styrkja um teirra møguleika at flyta upp. Lykladystur í kappingini um uppflyting verður í morgin á Sandi, har FC Suðuroy verður gestur hjá B71. TB hevur við sigri á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ møguleika at styrkja um sína støðu, og tað sama fer AB sunnudagin at hava, tá ið FC Hoyvík sunnudagin verður gestur á Argjum.
Tølini siga, at KÍ í kvøld fyri tað mesta var omaná í Gundadali. Eitt nú vann KÍ átta hornapørk, meðan B36 vann tvey hornaspørk.
Veteranurin Kristoffur Jakobsen legði KÍ á odda við brotssparki tíggju minuttir undan steðginum, og tríggjar minuttir eftir steðgin var tað Joseph Michael Williams, sum økti um munin til 2-0.
Meðan tað fyrr í summar gekk sum eftir ánni hjá B36, sum leingi var topplið, so er tað steðgað upp hjá árstalsfelagnum, sum hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar.
Í kvøld
B36 – KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Kristoffur Jakobsen br 36.
0-2: Joseph Michael Williams 48.
Dómari: Leivur Zachariassen
Leygardagin
B71 – FC Suðuroy: Rúni Olsen kl. 16.30
TB – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.30
Sunnudagin
Víkingur – HB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00
AB – FC Hoyvík: Leivur Zachariassen kl. 15.00
Víkingur | 22 | 11 | 6 | 5 | 50 | 28 | 39 |
FC Suðuroy | 21 | 10 | 9 | 2 | 45 | 27 | 39 |
B36 | 22 | 10 | 7 | 5 | 41 | 29 | 37 |
AB | 22 | 9 | 7 | 6 | 41 | 24 | 34 |
B71 | 22 | 9 | 7 | 6 | 33 | 26 | 34 |
TB | 22 | 7 | 11 | 4 | 30 | 20 | 32 |
NSÍ | 22 | 7 | 7 | 8 | 32 | 37 | 28 |
KÍ | 23 | 7 | 3 | 13 | 24 | 45 | 24 |
FC Hoyvík | 22 | 4 | 5 | 13 | 17 | 43 | 17 |
HB | 22 | 2 | 6 | 14 | 23 | 57 | 12 |