KÍ kvøldið endaði øgiliga væl

NSÍ legði seg á odda og hevði meiri enn ein møguleika at økja um leiðsluna, áðrenn KÍ svaraði aftur og skoraði sigursmálið í 95. minutti

KÍ ferðalagið riggar til at fara úr Runavík og til hús aftur. Tað er øll orsøk til gott lag í KÍ leguni. Við brotssparki tryggjaði Árni Frederiksberg 2-1 sigurin við brotssparki í 95. minutti. Tað var heitt blóð, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og vónbrotið var øgiligt í heimaleguni.

 

-Tað vóru ikki nógvir møguleikar, og so vóru tað avgerandi støður, sum ikki vendu okkara veg, segði Petur Knudsen, sum útgreinaði í samrøðu við FM1:

 

-Í hornasparksstøðu í egnum brotsteigi varð eg fyrst sparkaður niður, og síðani fekk eg nevan. Tað var klárt reytt kort, og so kendu vit okkum snýttar í tveimum støðum, tá ið vit hildu, at tað var brotsspark. Og tá ið teir javnaðu til 1-1, var tað bara maðurin, ið eigur at síggja, sum ikki sá, at talan var um fríspark til okkum, sigur Petur Knudsen.

 

KÍ liðformaðurin og toppskjúttin Páll A. Klettskarð fegnast:

 

-Leikliga avrikið eru vit nøgdir við, og serliga síðstu 20 minuttirnar spældu vit okkum til støður og møguleikar. Vit gleða okkum at fara at spæla í Europa, men nú hava vit fokus á at fáa vitjan av B36 og Magne Hoseth, sigur Páll A. Klettskarð í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

Sigurin ber við sær, at tað nú eru átta stig frá KÍ og triðja plássið og aftur til NSÍ og fjórða plássið. Og so kennist tað heilt víst sum søtur eykavinningur hjá teimum bláu og hvítu, at HB í grannalagnum tapti 1-0 ímóti B68.

 

Talan var um hendingarríka og ferðmikla uppgerð. NSÍ hevði fleiri heilt stórar møguleikar, men tað var ikki fyrrenn stórar tíggju minuttir eftir steðgin, at tað eydnaðist at fáa hol á. Petur Knudsen átti innleggið úr vinstru, og Klæmint A. Olsen stýrdi við nærra stólpa bóltin í málið.

 

Klæmint hevði í fyrra hálvleiki tveir heilt góðar møguleikar, uttan at tað eydnaðist honum at fáa bóltin í málið í støðum, sum hann plagar at umseta til mál, og í tí eina førinum var tað vongverjin Jóannes K. Danielsen, sum eftir fríspark frá Peturi Knudsen var um reppið við høvdinum at stýra bóltin í egið mál. Men Mark F. Jensen í KÍ málinum stórbjargaði.

 

Eisini Beinir Nolsøe og Steffan A. Løkin vórðu spældir í heilt góðar støður, uttan at tað eydnaðist at økja um leiðsluna.

 

Hóast teir vóru undir 1-0, so hildu KÍ spælararnir høvdið kalt. Teir vunnu yvirvág og spældu væl.

 

Joseph Michael Williams vísti seg at vera góður álopsstyrkur, Albert Ejupi royndist væl sum verjukendur miðvallari, men tá ið alt kom til alt, so vóru tað royndu lyklaspælararnir, sum vóru avgerandi.

 

Sjey minuttir undan leikloki javnaði Páll A. Klettskarð, eftir at Kristian Joensen, sum var stinnur í NSÍ málinum hevði hálvbjargað.

 

Og so var tað í 95. minutti, at Páll A. Klettskarð fór um koll eftir eina av mongu støðunum, sum síðstu 20 minuttirnar vóru í heimabrotsteiginum. Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri brotssparki, sum Árni Frederiksberg umsetti til 2-1 KÍ sigur.

 

 

 

NSÍ – KÍ 1-2 (0-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 56.

 

1-1: Páll A. Klettskarð 83.

 

1-2: Árni Frederiksberg br 95.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Adi Terzic, James Drye, Lars Agardius – Betuel Hansen, Konrad Gustafsson, Beinir Nolsøe – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yamberé, Børge Petersen, Patrick Da Silva – Claes Pjilip Kronberg, Deni Pavlovic, Albert Ejupi – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Joseph Michael Williams  

 

 

 

Víkingur14130141739
HB151302331139
151104281433
NSÍ15815322125
B3614554282520
07 Vestur14536213118
Skála14419172913
B6815249102710
EB/Streymur14211114277
ÍF14031114463

 

Leygardagin 29. juni

 

Víkingur – EB/Steymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

 

B36 – Skála: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.00

 

Sunnudagin 30. juni

 

07 Vestur – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00