KÍ málverjin heldur fram í tvey ár aftarat

Vit sum familja hava kent okkum vælkomin og trívast betri og betri í Klaksvík, sigur Mark F. Jensen við www.ki.fo.

Danin, Mark Fabricius Jensen kom í vár til KÍ úr norska felagnum Start.

Higartil í ár hevur Mark tilsamans vart KÍ-málið í 30 dystum, harav 8 UEFA-dystum.

 

-Høvuðsorsøkin til eg havi valt at framleingja avtaluna við KÍ er, at eg haldi meg hava verið í eini góðari gongd og gjørt framstig hetta kappingarárið. Tað gevur mær áræði til, at avrika enn betri, so eg kann gera mítt til, at vit í KÍ fáa meir burtur úr næsta ár. Tað skal eisini sigast, at vit sum familja hava kent okkum vælkomin og trívast betri og betri í Klaksvík, sigur Mark við www.ki.fo.

 

Vit í KÍ fegnast um, at Mark er í kapping í aftasta verjuskansa komandi tvey árini, skrivar KÍ í kvøld.