KÍ setti meistararnar upp á pláss

Páll A. Klettskarð og Patrik Johannesen vóru málskjúttar, tá ið meistararnir í Víkingi enn einaferð fóru av vøllinum uttan at hava skorað mál og vunnið

Mánakvøldið vann Víkingur seg víðari í steypakappingini. Heimasigurin ímóti NSÍ kendist sum stórur lætti, tí frammanundan hevði Víkingur spælt fýra landskappingardystir og vunnið tvey stig.

 

Í kvøld átti Víkingur nýggjan møguleika at vinna fyrsta sigurin í landskappingini. Tað var í Klaksvík, og tað miseydnaðist. KÍ vann 2-0, og dystargongdin var staðfesting av, at klaksvíkingar bæði í kropsligari styrki, skjótleika, bóltførleika og spælfatan vóru greitt omaná.

 

Sigurin ber við sær, at KÍ hevur 15 stig og fulla úrtøku, meðan Víkingur hevur tvey stig.

 

Páll A. Klettskarð skoraði fyrra málið, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Tað var eftir horna úr vinstru, sum Patrik Johannesen tók sær av. Páll hevur í fimm landskappingardystum skorað fimm mál.

 

2-0 málið skoraði Patrik Johannesen, tá ið tað restaðu átta minuttir. Eyðsýndi Jákup B. Andreasen sendi Patrik Johannesen avstað í høgru. Hann vann kapprenningina við Atla Gregersen, og tá ið víkingurin royndi at takla smekkaði Patrik bóltin úr spískum og flatt í málið.

 

Jákup Johansen var miðframherji hjá Víkingi, og hann hevði tveir góðar møguleikar at skora við høvdinum, men í fyrra førinum fór bólturin omanfyri málið, og í seinna førinum fór bólturin skeivu megin stólpan.

 

KÍ var væl meiri á bóltinum enn gestirnir, sum í longum løtum noyddust at renna aftaná. Verjuavrikið hjá KÍ var sannførandi við Odmar Færø á odda, og Mark F. Jensen í málinum var tryggur í luftspælinum.

 

Í løtum vóru heimamenninir rættiliga hugflogsríkir, og tá ið teir ljósabláu víkingarnir vunnu bóltin, so vóru teir skjótt strongdir av ágangandi heimamonnum.

 

At KÍ bara var frammanfyri við einum máli, inntil tað restaði ein lítil løta bar við sær, at spenningur var í luftini, inntil tað restaðu átta minuttir.

 

Víkingur spenti ikki álopsbogan við útskiftingum, fyrrenn KÍ hevði lagt seg á odda 2-0, og tá var tað ov seint.

 

Tapið hjá Víkingi í kvøld var ímóti stinnum FM kandidati. Skírisdag eigur Víkingur heimavøll ímóti EB/Streymi, og tá eiga vánirnar fyri at vinna fulla úrtøku at vera væl størri, enn tær vóru í kvøld.

 

Skírisdag fær KÍ vitjan av HB, sum í morgin verður partur av grannauppgerð í Gundadali.

 

 

 

KÍ – Víkingur 2-0 (1-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

2-0: Patrik Johannesen

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen – Filip Brattbakk, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Ingi Arngrímsson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Gregersen, Sølvi Vatnhamar – Stefan Radosavljevic, Jákup Johansen, Poul Kallsberg

 

 

 

Í morgin

 

EB/Streymur – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

07 Vestur – FC Suðuroy: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

HB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

TB – NSÍ: Rúni Olsen kl. 14.45