Russland hevur framt eitt loftálop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, tíðliga í morgun.
Hetta upplýsir Tymur Tkachenko, sum stendur á odda fyri hernaðarligu umsitingini í Kyiv, sambært tíðindastovuni Reuters á dulnevndu boðtænastuni Telegram.
– Vinarliga haldið tykkum í skjólunum, til vandin er av, helt Tkachenko fram.
Tað er ikki greitt, um nakar er deyður ella hevur fingið skaða í sambandi við álopið.
/Ritzau/










