Friður má sigra á harðræði og kríggi

- Við ársenda 2026 vóni eg, at friður og fólkaræði hava sigrað á tí harðræði og kríggi, sum herjar, sigur Rani Nolsøe

 

Hvar verða jólini hildin í ár?  

- Jólini verða hildin heima hjá okkum saman við familjuni.

Tað sigur Rani Nolsøe, sum leggur aftrat, at jóladøgurðarnir verða føroyskar gæs, dunnur og ræst kjøt.

Hevur tú eitt jólaynski?  

- Við ársenda 2026 vóni eg, at friður og fólkaræði hava sigrað á tí harðræði og kríggi, sum herja í hesi avbjóðandi tíð!

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Hesa ársins myrku tíð hava jólini og øll ljósini, sum verða tendrað og tað stóra gávumildni, alt at siga, leggur Rani Nolsøe aftrat