Kim Kielsen undir skurð

Grønlendski landsstýrisformaðurin er sjúkrameldaður

Grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen skal í næstum leggjast undir skurð og er tí sjúkrameldaður frá starvinum. Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Landsstýrisformaðurin skal fyrst undir skuð fyri hjarta um tvær vikur, men hevur longu nú fingið boð frá læknunum um at binda frið, so at fyrireikandi heilivágurin fær besta virknað.

- Eg eri mangan vorðin lagdur undir at vera ov passivur, men eg havi faktiskt ikki hildið feriu í fleiri ár. Tað nívir meg, tí eg havi eina skyldu at hava ábyrgd fyri politisku leiðsluna, og tí ábyrgdini vil eg á ongan hátt geva frá mær. Men nú er tað bara so, at eg má lurta eftir ráðunum frá læknunum. Tí havi eg boðað Naalakkersuisut frá, at eg frá í dag og 14 dagar fram taki ein steðg. Í hesum tíðarskeiðinum fer landsstýrismaðurin fyri bústaðir og bankakervi Karl Frederik Danielsen, at leiða fundirnar í Naalakkersuisuts, sigur Kim Kielsen við grønlendska miðilin.

Tað var aftaná, at landsstýrisformaðurin bleiv illa fyri til setanina av Fólkatinginum fyri tveimum árum síðan, at man fór undir at kanna heilsuna hjá landsstýrisformanninum og staðfesti, at hann hevði trupulleikar í hjartanum.