Sensurur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Eftir drápuligu uppreistrarnar í vestara økinum av Xinjiang landslutinum farna vikuskifti, hava kinverskir myndugleikar tikið øll vanlig stig, fyri at forða borgarum atgongd til útlendskar nettænastur.
Fyriuttan at hava kryplað vanliga netferðslu, hava myndugleikarnir eisini steðgað atgongd til Twitter, burturbeint allar tilvísingar, sum ikki frammanundan eru góðkendar, á sterkum leitiskipanum til harðskapin, og hevur eftir øllum at døma nú eisini tikið stig til at forða borgarunum í at rita inn á Facebook frá flestu pørtum at kinverska meginlandinum. Tað skrivar The Washington Post.
Hetta gera kinversku myndugleikarnir helst til tess at betri kunna stýra tíðindaflutninginum út úr landinum, og harvið kunna sensurera tilfar, ið kommunistiska kinverska stjórnin ikki er so fegin um at umheimurin skal síggja.
Fyri bert tveimum vikum síðani høvdu myndugleikarnir forða atgongd til næstan allar Google tænastur, harímillum Gmail, Google Apps og Google Talk.
Georg Godula frá Web2Asia skrivaði í gjár:
“Frá í dag klokkan 20 kinverska tíð tykist Facebook ikki longur verða atkomuligt frá flestu pørtum av kinverska meginlandinum. Á China Telecom sambandinum á okkara Shanghai kontóri bleiv tænastan burtur umleið 19.45. Vinir í Hong Kong boða frá, at tey kunnu enn sleppa á heimasíðuna.”
Ein skjót roynd á WebsitePulse váttar blokaduna av Twitter og YouTube (sum hevur verið forðað í eina tíð nú) og nú eisini Facebook, í øllum førum í nøkrum pørtum av landinum.