Á fundi millum trygdarráðgevan hjá USA, sum er Jake Sullivan og fleiri høgtstandandi politikarar í Kina, kom ein kinesiskur verjuovasti við einari ávaring.
Jake Sullivan hevur hesa vikuna verið í Kina við einari vón um at bøta um diplomatisku sambondini millum londini.
Tá fundurin nærkaðist endanum, nýtti Kina høvi at koma við einari ávaring til USA.
Tað var kinesiski verjuovastin, Zhang Youxia, sum kravdi, at USA steðgar hernaðarliga samstarvinum við Taiwan.
Kina krevur, at USA steðgar hernaðarliga samstarvinum við Taiwan og gevst við at veita Taiwan vápn, segði hann við Jake Sullivan.
Mikudagin varð sagt um samrøðurnar millum partarnar, at tær vóru góðar, viðkomandi og konstruktivar.
Endamálið við vitjanini hjá Jake Sullivan er at linna spenningin millum USA og Kina, nú forsetaval stundar til í USA.
Á fundinum millum amerikanska trygdarráðgevan og kinesiskan uttanríkisráðharran, Wang Yi, vóru partarnir samdir um at fáa í lag eina telefonsamrøðu millum leiðararnar í londunum báðum.
- Lykilin til eitt gott samstarv millum Kina og USA er at viðfara hvønn annan á jøvnum føti, segði kinesiski uttanríkisráðharrin sambært Reuters.