Bretskir miðlar skriva í dag, at Kina ætlar at keypa Mark Clattenburg, sum til dagligt er dómari í ensku Premier League. Fleiri spælarar og venjarar eru endaði í kinesisku superliguni í seinastuni. Nú vil deildin eisini hava bestu dómararnar.
Mark Clattenburg, sum í ár hevur dømd Champions League finaluna, EM finaluna og FA Cup finaluna, er millum sterkastu dómararnar í Premier League. Í gjár bleiv hann kosin til heimsins besta dómara á Globe Soccer Awards, sum er í Dubai í hesum døgum.
Til tiltakið er kinesiska superligan væl mannað. Sagt verður, at umboð fyri deildina vilja hava altjóða dómarar, fyrireikarar og leiðslufólk at koma til Kina, tí landskappingin hevur havt trupulleikar við avtalaðum spæli.
Nógvir pengar eru í kinesiskum í hesum døgum. Millum spælararnar, sum spæla har í dag eru Hulk, Ramires og Oscar.
Søgan sigur einki um hvørja støðu 41 ára gamli dómarin hevur til Kina og kinesiska fótbólt, men tað er ikki oftari enn so, at dómarar blíva keyptir og seldir – yvir borðið.