Kirkjugarður í Hoyvík

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi, býráðslimur í Tórshavnar býráði
----

Herfyri hevði Katrin Dahl í Hoyvík eitt lesarabræv í Dimmu, stílað til borgarstjóran og allar býráðslimir í Tórshavnar kommunu, har hon undraðist á, at einki røkist fyri einum kirkjugarði í Hoyvík. Katrin nevnir, at nú býráðsvalið nærkast, er eingin endi á, hvat býráðið vil borðreiða við fyri borgarunum. Og hóast íbúðarhús skjóta seg upp sum hundalond í Hoyvík, so undrar tað Katrina, at ikki verður hugsað um, at vit øll einaferð fara hiðani frá.
Haldi ikki, at nakar enn hevur ønt Katrini aftur, og mær tykir, at hon bæði, sum fyrrverandi býráðslimur og slóðbrótari innan fleiri økir - ikki minst sum eldsálin aftanfyri byggingina av Hoyvíkar kirkju - hevur eitt svar uppiborið. Og sum hon sigur so rámandi, so gevur tað helst fleiri atkvøður til eitt val at lova veljarum ítróttarhallir, skoytibreytir, svimjihallir v.m., meðan tað ikki fáast fleiri atkvøður frá teimum, sum farin eru í kirkjugarðin.
Tað er eingin loyna, at tað hevur verið ósemja í býráðnum um staðsetingina av einum komandi kirkjugarði í Hoyvík, og er hetta ein av orsøkunum til, at avgerðin ikki er tikin enn. Bæði við Svartafoss og í Dalinum langa hava verið støð, sum tvíhildið hevur verið um. Sjálv eri eg av tí áskoðan, at hesi støð skulu varðveitast sum frílendi til borgararnar, og haldi eg, at onnur betri egnaði støð eru í Hoyvík til ein kirkjugarð. Til dømis tykir mær, at økið inni á Sandvíkarryssuni, ið býráðsumsitingin hevur víst á sum eina møguliga staðseting, er vert at geva nærri gætur til endamálið.
Um okkara leiðir er ikki siðvenja at hava kirkjugarðar sum útferðarstað og parkir, og ei heldur er kirkjugarðurin staðið, vit fara at hugna okkum ein góðveðursdag – tí skulu økini við Svartafoss og Dalurin langi tryggjast borgarunum sum frílendi.
Onnur støð, ið hava verið nevnd, og sum ivaleyst eiga at verða umhugsað í viðgerðini av málinum, eru m.a. lendið av Mýruni um Langadal og niðan í Klingrudal. Starabrekkan, millum Eystararingveg og Hoydalsá, hevur somuleiðis verið nevnd um ein møguleiki og bøurin hjá gomlu Royndarstøðini í Hoyvík. Avvarðandi friðingarmyndugleikar mugu sjálvandi takast við upp á ráð í teimum førunum.
Jú, sanniliga skal ein kirkjugarður gerast í Hoyvík, og á íløguætlanini í ár eru avsettar ein mió. kr. til endamálið. Hóast hetta ikki røkkur langt, so er tað ein byrjan í fyrstu atløgu og eitt tekin um álvaran í málinum. Tá ið staðsetingin er avgreidd, kann farast undir at velta og tilbúgva jørðina. Tað eru heilt serligar fyriskipanir galdandi í samband við gerð av kirkjugarði, og m.a. skal jørðin liggja órørd í nøkur ár, áðrenn hon kann verða tikin í nýtslu sum kirkjugarður. Tí er umráðandi at fáa staðsetingina avgreidda ongantíð ov skjótt.
Mín vón er, at tað nú fer at bera til at fáa eina semju av einum komandi kirkjugarði í Hoyvík. Eg havi biðið um at fáa málið tikið upp aftur til nevndarviðgerð og tá so málið er liðugt viðgjørt fyrst í byggi og býarskipanarnevndini, teknisku nevnd og heilsu- og umhvørvisnevndini, verður tað lagt fyri sjálvt býráðið til ta endaligu viðgerðina.