Kirkjugarðurin verður nú gjørdur liðugur

- Við útbyggingini verða 200 dupult gravarpláss tøk aftrat verandi plássum

 

 

- Síðsta hond verður nú løgd á nýggja partin av kirkjugarðinum á Knúgvum. 

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.

 

Tað var í mai í fjør, at farið varð undir at útbyggja kirkjugarðin á Knúgvum í Vestmanna, og í heyst var alt lendisarbeiðið liðugt.

 

- Lendið hevur nú havt tíð at seta seg, og nú er arbeiðið tikið uppaftur.

 

Tað er Articon, sum nú er í holt við at rætta lendið til og gera gøtur millum hillarnar, framvið og oman á Gerðisveg.

 

- Ætlanin er at planta trø og runnar í vár - fyri lívd og hugna, siga tey í Vestmanna kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at nýggi parturin av kirkjugarðinum er uppbygdur eins og tann eldri - við hillum eftir lendinum og er at kalla spegilsvendur frá tí eldra.

 

- Við útbyggingini verða 200 dupult gravarpláss tøk aftrat verandi plássum, siga tey í Vestmanna kommunu.