Kirkjuyvirtøka er undir landi

Embætisfólk í føroyska mentamálaráðnum og danska kirkjumálaráðnum vænta, at ein yvirtøka av kirkjuni í Føroyum er beint undir landi. Men Annlis Bjarkhamar avsannar, at hon kemur upp á turt fyrsta dagin og sigur, at drúgv politisk viðgerð er eftir

FÓLKAKIRKJAN

Líkt er til, at tað bara er ein avgreiðsluspurningur at yvirtaka fólkakirkjuna. Samráðingarnar á embætismannastigi er lidnar, og Sosialurin skilir, at ætlanin var at hava ein fund longu um miðjan desember, har ein endalig avtala um yvirtøkudagin skuldi fáast í lag.
Ongar forðingar eru frá danskari síðu, og nú stendur tað til føroyingar at fáa síðstu viðurskiftini upp á pláss.
Kristeligt Dagblad skrivar fríggjadagin 6. desember, at kirkjumálaráðharrin Tove Fergo kemur til Føroya 16. desember at undirskriva yvirtøkuna, og endaliga avtalan verður staðfest við undirskriftini hjá Annlis Bjarkhamar landsstýriskvinnu.

Annlis avsannar
Sjálv vísir Annlis Bjarkhamar hesum tíðindum aftur og sigur seg onki kenna til, at kirkjumálaráðharrin longu hevur bílagt ferðaseðilin til Føroya.
? Tað kann eg avsanna. Hatta má byggja á okkurt mistak. Samráðingarnar eru endaðar á embætisstigi, og úrslitið frá teimum er til viðgerðar í løgmálaráðnum í løtuni. Síðan skulu vit arbeiða við at gera ein politiska afturmelding, og sostatt verður ongin endalig avtala gjørd enn, tí vit eru ikki klár at skriva undir, sigur Annlis Bjarkhamar.
Landsstýriskvinnan leggur afturat, at hon væntar eina drúgva viðgerð í samgonguni, áðrenn nøkur yvirtøka verður klár at undirskriva. Málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi einaferð, men tað er nústaðni nú, at tann politiski parturin skal fáast upp á pláss.

Bispur váttar
Hvussu er og ikki. Kristeligt Dagblad hevur fingið bæði Petur Petersen aðalstjóra og stjóran í kirkjumálaráðnum Finn Langager Larsen at vátta, at yvirtøkan av fólkakirkjuni nú verður framd aftaná samráðingar í eitt ár.
Petur Petersen vil ikki úttala seg meira nágreiniligt, tí føroyingar ikki eru samdir um yvirtøkudag, kirkjuskatt og tænastuviðurskifti í kirkjuni.
Hans Jákup Joensen bispur váttar somuleiðis fyri Sosialinum, at honum kunnugt skuldi Tove Fergo koma til landið og ein sáttmáli undirskrivast 16. desember, men at tað er útskotið fyribils.